Í Føroyum fingu kvinnur valrætt til kommunuval í 1908 og til løgtingið í 1916. Men tær sluppu á landsfevnandi politiskt val fyri fyrstu ferð í 1906 (fólkaatkvøðan um rúsdrekka).
Tvær kvinnur hava stillað upp til løgtingið, áðrenn fyrstu kvinnur komu á ting: Hansina Hansen (í Fjósi) stillaði upp fyri Sambandsflokkin í 1928, og Andrea Árting stillaði upp fyri Loysingarflokkin í 1940.
Lyklahagtøl
1902: Stakar kvinnur fáa valrætt til kommunur
1908: 20. apríl fáa allar kvinnur og ognarleys valrætt og valbæri til kommunur
1915: Føroyskar kvinnur fáa valrætt til Fólkatingið vegna grundlógarbroyting
1916: Kvinnur og ognarleys fá valrætt til Løgtingið við Løgtingslóg 28. apríl
1918: Kvinnur eru á fyrstu ferð á løgtingsvali
1918 Jóhanna Mortensen verður vald í Froðbiar sóknarstýri í Suðuroy
1922: Beata Samuelsen úr Fuglafirði er fyrsta kvinna at verða vald í sóknarstýri í Eysturoynni
1928: Hansina Hansen úr Sambandsflokkinum er fyrsta kvinna at stilla upp til løgtingsval
1930: Karin Samuelsen úr Kirkjubø er fyrsta kvinna vald í sóknarstýri í Streymoynni
1964: Malla Samuelsen er fyrsta kvinna á Løgtingi. Hon situr sum varakvinna
1966: Jórun Thomassen (f. Heinesen) úr Sandavági er fyrsta kvinna í Vágum at verða vald í kommununa
1977: Jansy Hansen úr Mykinesi er fyrsti kvinnuligi borgarstjóri í Føroyum
1978 Jona Henriksen (Javnaðarflokkurin) og Karin Kjølbro (Tjóðveldisflokkurin) eru fyrst valdu kvinnur á
Løgtingi
1978: Oddbjørg Sólbjørg úr Klaksvík er fyrsta kvinna vald í kommunustýri í Norðoyggjum
1980: Ásleyg Johannessen (Húsavík) og Birgit Hentze (Skopun) eru fyrstu kvinnar valdar í kommunustýri í Sandoynni
1985: Jóngerð Purkhús er fyrsta kvinna í Landsstýrinum. Hon hevur fíggjarviðurskifti undir hond
1993: Marita Petersen úr Javnaðarflokkinum er Føroya fyrsti kvinnuligi løgmaður
1994: Marita Petersen er fyrsta løgtingsforkvinna
2001 Lisbeth L. Petersen úr Sambandsflokkinum er fyrsta føroyska kvinna í Fólkatinginum