Demokratia búmerki
Kvinnusøga

Jóngerð Purkhús

Fyrsta kvinna í landsstýrinum var Jóngerð Purkhús, sum í 1985 varð tilnevnd landsstýriskvinna í fíggjar- og umhvørvismálum.

Jóngerð Purkhús er fødd 22. januar 1937 í Klaksvík. Hon tók prógv sum búskaparfrøðingur (cand. polit) í 1972 og er sostatt fyrsta føroyska kvinna, sum tók hetta prógvið.

Hon starvaðist sum fulltrúi í Føroya Landsstýri 1975-85 og aftur frá 1991.

Hon tók við landsstýrissessinum í fíggjar- umhvørvis- og búskaparmálum í 1985-89 og í búskapar- samferðslu og norðurlandamálum í 1989-91.

Hon sat á tingi fyri Tjóðveldi 1988-89.