§ 1. Demokratia er ein nevnd, hvørs endamál er at virka fyri at fáa javnari kynsumboðan í politikki.
Stk. 2. Virksemið hjá Demokratia er fíggjað við játtan á fíggjarlógini undir landsstýrismanninum í javnstøðumálum.
Stk. 3. Nevndin skipar fyri tvørpolitiskum tiltøkum fyri at fáa javnari kynsumboðan í politikki til tess at økja um leiklutin hjá kvinnum í politiskum avgerðum, so talið á kvinnum á Løgtingi og í kommunustýrum økist, og umboðanin samsvarar á leið við umboðanina í hinum Norðurlondum.
§ 2. Í nevndini fyri Demokratia sita umboð úr hvørjum flokki á Løgtingi, eitt umboð fyri Kommunufelagið, eitt umboð fyri Kvinnufelagssamskipan Føroya og eitt umboð fyri Javnstøðunevndina.
Stk. 2. Varaumboð verða vald á sama hátt sum umboð eftir stk. 1.
Stk. 3. Nevndin fyri Demokratia verður vald beint eftir løgtingsval fyri valskeiðið, Løgtingið situr. Umboð kunnu veljast aftur.
Stk. 4. Nevndin fyri Demokratia kann útvega sær fyrisitingarliga hjálp at greiða tær uppgávur, sum áliggur henni.
§ 3. Nevndin skipar seg sjálv við formanni og næstmanni á fyrsta fundi eftir hvørt løgtingsval.
Stk. 2. Stendur á jøvnum í møguligari atkvøðugreiðslu í nevndini, er atkvøða formansins galdandi.
Stk. 3. Formaðurin kallar nevndina saman, tá ið tað verður hildið neyðugt.
Stk. 4. Tveir nevndarlimir í felag kunnu eisini kalla nevndina saman.
Stk. 5. Fundarpeningur verður latin við upphædd, sum er galdandi hjá tí almenna. Formaðurin fær dupulta fundarsamsýning.
Stk. 6. Nevndin er viðtøkufør, tá ið formaðurin og minst 5 nevndarlimir eru á fundi.
Stk. 7. Berst nevndarlimi frá at møta á fundi, verður formaðurin ella skrivarin fráboðaður.
§ 4. Nevndin skal á hvørjum ári gera virkis- og fíggjarætlan fyri virksemið hjá Demokratia fyri árið.
Stk. 2. Umboð vegna Almannamálaráðið, formaðurin í Javnstøðunevndini og formaðurin í Demokratia hittast í byrjanini av hvørjum ári at gera uppskot til fíggjarætlan fyri játtanina til Javnstøðumál.
Stk. 3. Nevndin ger eina árliga frágreiðing um virksemið hjá nevndini.