Andrea Árting
1891-1988
Andre Árting var forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelagi frá 1937-1977.
Hon var nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelagi 1940-1958
Hon stillaði upp sum valevni fyri Loysingarflokkin í 1940, men varð ikki vald.
Á fólkaatkvøðuni í 1946 talaði hon fyri loysing frá Danmark. Fólkaatkvøðan førdi til at Føroyar fingu heimastýrislógina í 1948. Misnøgdin við at Føroyar ikki fingu fullveldi frá Danmark førdi til at Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður í 1948, og Árting gjørdist ein teimum mest trúføstu stuðlunum.
Andrea Árting vaks upp hjá mostrini Trinu, sum var gift við Eliasi Johansen í Rættará, til hon var 11 ára gomul. Elias í Rættará var bátabyggjari og var aktivur politiskt og mentanarliga. Andrea arbeiddi í fiski tvey summar. Tá ið hon var liðug við skúlan arbeiddi hon á fiskabollavirki, hon stóð í krambúð og lærdi bókhald. Hon fekk tuberklar 17 ára gomul og noyddist at búgva á sanatoriunum í eini tvey ár. Síðan fór hon til Danmarkar, har hon var tænastukona í seks ár í Keypmannahavn. Í 1922 giftist hon við fiskimanninum Johannes Frederik Árting og gjørdist heimagangdi í nøkur ár, meðan børnini vóru smá.
Í 1937 varð Andrea Árting vald til forkvinnu í Havnar Arbeiðskvinnufelagi, ið varð stovnað árið fyri. Tær flestu av limunum arbeiddu í fiskiídnaðinum, og tær høvdu trupult við at fáa nakra av hesum til at átaka sær starvið sum forkvinna, eftirsum tað var vandi fyri, at koma á svartalista hjá arbeiðsgevarunum. Sum heimagangandi var Andrea meira sjálvstøðug, og hon hevði eisini víst, at hon ikki var bangin fyri at siga sína meining alment. Samráðingarnar um líkaløn til kvinnur og menn vóru tær seinastu í hennara tíð sum forkvinna í Arbeiðskvinnufelagnum. Andrea var heiðurslimur í Havnar Arbeiðskvinnufelagi og fekk løn svarandi til forkvinnulønina restina av lívinum, til hon andaðist í 1988, 96 ára gomul.
Andrea var í 1918 stigtakari til at kvinnur fóru at rógva kapp í skipaðum kappróðri, ið annars var ein ítróttagrein, ið bert mannfólk luttóku í áður. Hon var áhuga í tónleiki, gekk til undirvísing og lærdi at spæla á fleiri ljóðføri. Hon gjørdi eisini løg og yrkti sangir. Yrkingar hennara vísa hennara politisku sjónarmið. Hon yrkti eitt nú kampsangir, ið kravdu betri kor fyri tað arbeiðandi fólki.