Demokratia búmerki
Kvinnurøddir

Kvinnur síggja viðurskifti frá øðrvísi sjónarhornum

Hetta metir Annvør Jacobsen, ið er 59 ára gomul. Hon er av Eiði og hevur verið stjóri í umleið tíggju ár. Hon er gift, eigur trý børn og  sjey ommubørn.

Annvør stillar ikki upp til kommunuvalið í november, men hon hevur eina langa politiska karrieru í kjalarvørrinum. Hon stillaði upp til bygdaráðsvalið í 1988, har hon fall í lutakasti, men kom tó inn í valskeiðnum, tá ein bygdaráðslimur flutti úr kommununi. Í hesi syftu hevur hon sitið frá 2009 til í dag. Annvør hevur sitið í ymiskum almennum sessum og nevndum og hevur nærum altíð verið einsamøll kvinna. Men hetta hevur hon onki havt ímóti, tí hon metir, at  kynini hava megnað at arbeiða væl saman. Tó so metir Annvør, at tað avgjørt er brúk fyri fleiri kvinnum á øllum økjum í samfelagnum, og serliga í politiskum høpi.

Tað var í veruleikanum ikki Annvør sjálv, sum avgjørdi at fara upp í politikk: - Eg var ikki eftirspurd, tá eg fyrstu ferð var uppstillað, greiðir Annvør frá – Tískil  agiteraði eg heldur ikki. Til valið í 2008 var eg faktisk líkaglað um úrslitið, men í 2012 var eg spent at gera mína ávirkan, og tað vóru fleiri mál, eg brendi fyri, sigur hon.

- Tá eg varnaðist, at eg var uppstillað, segði eg, at um tit halda, at eg kann brúkast, eru tit vælkomin at velja meg. Faktisk var tað tað sama til valið 2008, tó bleiv eg eftirspurd tá. Til valið 2012 var eg spent at koma inn og gera mína ávirkan, og gjørdi eg eisini nakað fyri at verða vald, greiðir Annvør frá.

Annvør vísur á, at hon ikki metir, at tað kann umgangast, at privatlívið verður ávirkað av, at man er aktiv í politikki í einari so lítlari kommunu sum Eiðis kommunu, har tað bert eru umleið 700 íbúgvar.

– Eg vil siga, at í summum førum hevur tað havt eina jaliga ávirkan, men uttan at koma nærri inn á hvat og hvussu, kann eg tíverri eisini staðfesta, at politiska lívið eisini hevur havt neiligar avleiðingar, sigur hon.

- Eg havi altíð arbeitt nógv saman við mannfólki og havi ikki følt meg skúgvaða til viks, í mun til tær uppgávur, eg haldi eru spennandi, og sum eg brenni fyri, sigur Annvør og heldur á fram: -  Men í hesum valskeiðnum havi eg ofta følt, at vit tosa ikki sama mál, og hevur hetta millum annað eisini verið viðvirkandi til, at eg fyrr í ár valdi at fara burtur úr øllum nevndum í bygdarráðnum, greiðir hon frá. – Eg vil tó avgjørt eggja øðrum kvinnum at stilla upp, tí tað er neyðugt, at kvinnur stilla upp, og vit hava so nógv brúk fyri okkara kvinnuligu sjónarmiðum í samfelagnum, tí vit kvinnur síggja ofta tingini frá øðrvísi sjónarhornum, sigur Annvør avgjørd at enda í okkara samrøðu.

Við kvinnum í bý- og bygdaráðssessum verður javnvág

Hetta metir Anni Sørensen, ið einans hevur jaligar upplivingar í samabandi við sítt politiska lív, hóast hon er einsamøll kvinna millum menn í bygdaráðnum á Viðareiði.

Anni Sørensen er 50 ára gomul og býr á Viðareiði. Hon er gift við útróðrarmanni, og tey eiga fýra børn í aldrinum 15 – 27 ár. Anni lesur á fjórða ári á Fróðskaparsetrinum og vaskar á dagrøktini.

Anni hevur ikki verið virkin í flokspolitikki, men varð uppstillað til bygdaráðsval fyrstu ferð fyri átta árum síðan, og kom hon inn sum varalimur. Tá ein av bygdaráðslimunum flutti av landinum kom Anni inn í býráðið, har hon hevur sitið í meir enn trý ár.

- Eg havi altíð havt áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og havi fylgt væl við í politisku viðurskiftunum, men tað var í veruleikanum maður mín, ið setti meg á ein lista fyri átta árum síðan, greiðir Anni frá, tá hon verður spurd, hvussu hennara politiska virki byrjaði.

- Eg ivaðist eina løtu, men játtaði at enda at verða sett á listan, heldur hon áfram og leggur aftrat, at hon hugsaði, at hetta, at kunna gera mun, var spennandi og avbjóðandi.

Anni hevur ikki kent, at politiska lívið hevur havt neiligar avleiðingar fyri hennara privata lív. Hon greiðir frá, at børn hennara nú eru so vaksin, og at familjan altíð hevur stuðlað henni í hennara politiska virki.

- Eg havi altíð kent meg væl at sita í bygdaráðnum, greiðir hon frá. – Aldri havi eg kent meg skúgvaða til viks ella setta til síðis orsakað av, at eg eri kvinna – heldur tvørturímóti, leggur hon dent á. – Eg vil sjálvsagt viðmæla kvinnum at stilla upp, tí vit kvinnur eru við til at seta okkara dám á, hvussu býir og bygdir skulu stýrast. Við at kvinnur stilla upp, fáa vit bæði kvinnuligu og mannligu sjónarmiðini fram, og hetta er av alstórum týdningi, sigur Anni at enda.

Tað er tín borgarliga skylda at stilla upp

Hesi eru orðini frá Siggu Óladóttur Joensen, ið er 36 ára gomul og hevur verið virkin í politikki í tíggju ár.

Sigga er búsitandi í Fuglafirði, er útbúgvin námsfrøðingur og starvast sum leiðari í dagstovni. Hon er gift, eigur børn og hevur sitið eina setu í kommunini og hevur verið nevndarlimur og næstforkvinna í Føroya Pedagogfelag. Harumframt er hon  virkin í Javnaðarflokkinum.

- Politikkur hevur altíð havt mín áhuga, og var hetta orsøkin til, at eg fór upp í politikk, greiðir Sigga frá, tá hon verður spurd um, hvussu hennara politiska lív byrjaði. – Tískil var tað ikki eitt torført val at taka. Eg síggi tað eisini sum eina borgarliga skyldu at stilla upp í politikki. Ynskir tú eina politiska broyting, ja so er at stilla upp, og arbeið fyri tí tú brennir fyri. Tað var tað, eg vildi. Eg ynskti eina broyting og valdi tí at stilla upp, sigur Sigga avgjørd.

Tað var ongin ivi í at siga ja, tá Sigga varð spurd um at stilla upp, og játtaði beinanvegin at stilla upp á listanum, ið kendist rættur fyri hana. Sigga metir tó, at politiska lívið hevur ljósar, men eisini myrkari síður:

- At vera politisk aktiv hevur sína ljósu síðu og so sanniliga eisini sína skuggasíðu, greiðir hon frá. - Tá alt gongur væl, er tað sum eitt spæl. Tá tað gongur minni væl, ja so skal ein leggja oyra til nógv, viðgongur Sigga. - Ein kann hoyra søgur um ein sjálvan, ein ikki kennist við, men tú lærir skjótt ikki at taka alt so nær, sigur hon.

- Tá tú ert aktiv í politikki, er neyðugt, at tú ger tær greitt, at tað krevur nógva tíð og orku, vísur hon á. – Av hesum orsøkum er tað sera umráðandi at hava tosað um støðuna við familjuna, áðrenn tú stillar upp, so tað er eitt felags forstáilsi um uppgávuna, sigur Sigga.  

- Eg kenni als ikki, at eg sum konufólk verði skúgvað til viks, tá talan er um tær uppgávur, eg meti eg eri spennandi, og sum eg brenni fyri, slær hon fast. - Eg lati meg ikki vera skúgvaða til viks. Eg brenni fyri eini broyting og geri mítt ítasta til at uppnáa tað, ið eg meti vera rætt, sigur Sigga, sum metir, at um tú brennir fyri eini broyting, so eigur tú heilt víst at stilla upp. - Tað er bara at gera sær greitt, at tað er tíðarkrevjandi. Spennandi er tað so heilt víst. Til tíðir er tað eisini hart. Men gleðin, tá tað eydnast, er stór, so tað er tað vert, sigur Sigga at enda.

Eg elski hetta arbeiði

Hesi orð eigur Jónleyg Hammer, ið er býráðslimur í Runavíkar kommunu. Hóast hon hevur fingið eina dóttur í setuni, hevur hetta ikki tarnað hennara virki og arbeiði sum býráðspolitikari, tí so leingi baklandið er trygt og gott, og tú gert tað arbeiði, tú elskar, so letur nærum alt seg gera.

Jónleyg Hammer er 37 ára gomul. Hon er búsitandi í Runavík saman við manninum, Jan og 2 ½ ára gomlu dóttur teirra. Jónleyg er námsfrøðingur og starvast dagliga í vøggustovu.

Fyrstu ferð, hon stillaði upp, var í 2008, men hon varð ikki vald. Betur gekk í 2012, tá Jónleyg varð vald í býráðið, har hon nú hevur sitið í skjótt fýra ár.

- Eg veit ikki reiðiliga, hvat tað var, ið gjørdi, at eg stillaði upp, greiðir Jónleyg frá um, tá hon á fyrsta sinni stillaði upp til býráðsval. – Eg veit ikki, hvat tað var, ið gjørdi, at eg tók hesa avgerð, tí eg hevði ongar royndir við hvørki politikki ella nevndararbeiði. Men tá valið nærkaðist, og ein fyrverandi politikari ringdi til foreldrini hjá mær og spurdi, um nakar í húskinum var áhugaður at stilla upp, var pápi mín skjótur at svara, at jú her var ein, og eg tók av. Soleiðis kom tað faktiskt í lag, sigur hon.

Hóast Jónleyg ikki varð vald, fyrstu ferð hon stillaði upp, var hon ovurfegin um hvørja einastu av teim fimti atkvøðunum, hon fekk.

- Til býráðsvalið í 2012 valdi eg aftur at stilla upp, og hesa ferð var eg sera spent, tí eg visti, at hetta var møguleikin, heldur hon á fram. - Um eg ikki bleiv vald hesaferð, so var tað tí, fólk ikki vildu hava meg inn í býráðspolitikk, sigur Jónleyg afturlítandi. - Eg royndi at gera mítt besta fyri at blíva vald, og tað var sera spennandi at vera valevni upp undir valið, og eg hevði úr at gera við ymiskum fyrireikingum.

Og aðru ferð eydnaðist. Jónleyg fekk 122 atkvøður og bleiv tískil vald. 

Í mun til tær jaligu ella neiligu avleiðingar politiska virkið hevur havt fyri hana og hennara privatlív, metir Jónleyg, at tað bæði hevur havt jaligar og neiligar avleiðingar fyri privatlívið, at hon er virkin í politikki. Men um hon skal taka samanum, er hon avgjørd, tá hon sigur, at upplivingarnar hava verið fleiri jaligar enn neiligar.

- Tað hevur havt stóran týdning, at makin bakkar ein 100% upp, tá man velur at fara upp í politikk, greiðir Jónleyg frá. - Eg plagi at skemta við, tá vit sita á fundi, og tað dregur út til langt út á kvøldið, at tað er gott, at man ikki er giftur við eini kvinnu, sigur hon skemtandi.

- Eg havi fingið eina deiliga dóttur, meðan eg havi sitið í býráðnum, og tíðin saman við henni er sjálvsagt minni um kvøldarnar, enn um eg ikki hevði verið í politikki, heldur hon á fram, men leggur aftrat, at hon kennir, at hon ger tað, henni dámar, og at hon elskar hetta arbeiði, og at tað hevur týdning fyri seg.

- Eg vil heldur ikki siga, at eg oftani havi følt meg skúgvaða til viks, tá tað kemur til viðurskifti og øki í politikki, sum eg veruliga brenni fyri, sigur hon avgjørd. - Men tá tað er komið fyri, so herji eg á aftur seinni.

Hóast Jónleyg hevur verið einsamøll kvinna í býráðnum í Runavík, hevur hon ikki kent seg uttanfyri ella einsamalla.

- Eg havi altíð følt meg væl, hóast eg havi sitið einsamøll kvinna hesi fýra árini, og eg meti, at tað er lættari hjá mær ímillum allar menninar, enn tað hevði verið, um ein hani sat einsamallur ímillum konufólk, leggur hon aftrat.

Jónelyg visti ikki, hvat hon skuldi vænta, tá hon stillaði upp, tí hon hevði ongar royndir frammanundan innan politiska økið.

- Eg visti sum sagt ikki, hvat eg skuldi vænta, tá eg stillaði upp, tí eg ongar royndir hevði, greiðir hon frá. - Men eg havi als ikki verið vónbrotin, tí tað hevur verið nógv meiri spennandi, enn eg hevði torað at væntað, sigur hon og heldur áfram:  - Eg vil heilt víst eggja øðrum kvinnum at stilla upp, um tær yvirhøvur hava hendan áhuga. Tað er tað onki at ivast í. Tað er jú brúk fyri báðum kynunum allastaðni, eisini í politikki, staðfestir Jónleyg, ið hevur avgjørt at stilla upp aftur til komandi val. 

- Tað, sum hevur størsta týdning fyri býráðsarbeiði, er, at man brennur fyri tí man ger, og ikki hvat kyn man hevur, sigur hon at enda.

Politiska lívið hevur bæði ja- og neiligar síður

Hetta metir Rannvá Albinus, ið hevur sitið tvær setur sum bygdaráðslimur í Porkeris kommunu. Men politiska lívið hevur samstundis havt við sær, at familja, vinir og frítíðaráhugar hava verið sett á stand by.

Rannvá Albinus er 45 ára gomul. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og starvast á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Rannvá er búsitandi í Porkeri, har hon eisini er uppvaksin, saman við manni sínum, og tey eiga tríggjar døtur.

- Eg havi tríggjar brøður, og hin eini var kommunalpolitikari í 16 ár í Porkeris kommunu, greiðir Rannvá frá. – Tá hann í 2008 valdi at fara úr politikki, spurdi hann meg, um eg ikki hevði hug at stilla upp. Eg kendi onki til arbeiðið sum bygdaráðslimur frammanundan, men eftir hugsanartíð avgjørdi eg at taka mína ábyrgd sum borgari í Porkeri, so eg tók av tilboðnum, sigur hon.

Rannvá bleiv vald á fyrsta sinni í 2008 og síðan aftur í 2012, og hesi bæði valskeiðini hevur hon eisini verið forkvinna í skúlastýrinum í Porkeris skúla. Eitt starv, sum eisini var nýtt fyri hana.

- Eftir at hava sitið í tvær setur, velji eg ikki at stilla upp aftur, greiðir hon frá og vísir á, at hon kann svarað ja til, at kommunustýrisarbeiðið bæði hevur havt ja- og neiligar avleiðingar fyri privata lívið.

- Eg havi lært eina rúgvu hesi árini, meðan tíðin, har ein hevur verið upptikin, kundi sjálvandi verið nýtt saman við familju og vinum, og ymisk frítíðarítriv hava so at siga verið sett á standby, sigur Rannvá - Ein onnur orsøk til, at tað til tíðir hevur kenst tíðarkrevjandi, er, at eg inntil seinasta vár bert arbeiddi sum kvøldvakt, og av tí sama kendist tað, sum um eg ov sjáldan var heima, staðfestir hon, men vísir samstundis á, at hon ikki metir, at hon er skúgvað til viks orsakað av, at hon er konufólk.

- Sum einsamøll vald á øðrum listanum, meðan fýra menn komu inn á hinum listanum seinastu setu, havi eg av og á kent meg eitt sindur einsamalla, og tíverri eru ikki øll málini nádd enn, greiðir Rannvá frá. - Eg ivist tó onga løtu í, at kvinnuumboðan í politikki hevur stóran týdning, og tí vil eg eggja øðrum kvinnum at halda seg framat og at stilla upp – sjálvandi, sigur Rannvá sum seinasta orðini í hesi samrøðu við Demokratia.

Í sambandi við kommunuvalið 8. november hevur Demokratia tosað við nakrar kvinnur, ið sita einsamallar millum menn í bygdaráðum runt um í Føroyum.

Triðja prátið er við Rannvá Albinus, ið hevur sitið í Porkeris bygdaráði tvær setur.

Umráðandi, at bæði kynini eru umboðað

Eg havi altíð havt áhuga fyri politikki. Eg eri eitt menniskja, ið altíð havi viljað betra um umstøðurnar í mínum umhvørvi, og um tú vilt hava nakra beinleiðis ávirkan, so er tú noydd/ur at stilla upp. Tad gjørdi eg so!

Thordis Skaalum er 67 ár. Bleiv einkja í 2007, búsitandi í Sørvági. Eigur 3 børn og 6 ommubørn. Thordis hevur verið sjúkrahjálpari síðan 1983. Starvast í Ivansahúsi, ið er eitt sambýli í Miðvági við 7 eldri fólkum. Eisini arbeiðir hon í klædnahandlinum John Poulsen í Vatnsoyrum.

Fyrstu ferð, eg stillaði upp, var í 2000, men eg bleiv ikki vald. Stillaði so upp aftur í 2004 og kom inn sum fyrst vald. Hevði ongar royndir, men hevði nógv upp á hjarta, og mítt hjartamál var og er eldraøkt og trivnaður í kommununi. Nú havi eg so sitið í 12 ár og ætlaði ikki at stilla upp aftur, men ringt er at gevast, so eg stilli upp fyri síðstu ferð, tí tað eru mál, ið eg brenni fyri og gjarna vil fullføra. Vóni at koma inn, men tad er fólkið, ið talar tann 8. nov.

Í politiskum høpi gongur tad mangan hart fyri seg, og tí er tað umráðandi at skilja ímillum tað politiska og tað persónliga. Havi sum kvinna onkuntíð følt tað nokkso einsligt og følt tað, sum um eg ikki havi verið hoyrd í ymiskum málum, men eg haldi, at tað er umráðandi at halda fast við sína sannføring og kempa fyri tí, man brennur fyri.

Ja, eg vil avgjørt ráða øðrum kvinnum at stilla upp, tí tað er umráðandi, at bæði kynini eru umboðað í einum bygdaráði, ongantíð betri um tað var helvtin kvinnur og helvtin menn. Eg haldi, at tá bæði kynini samstarva, kemur ofta nógv gott burturúr.

Nú tá vit gjørdu listan, vórðu fleiri kvinnur spurdar, men tær flestu bóru seg undan við tí grundgeving, at tær vóru ov illa klæddar til tað politiska lívið, ella var tað vantandi tíð.

Um eg havi lív og heilsu, kundi eg hugsað mær at gjørt eitt skeið nakað undan næsta vali, hetta skeið skal hjálpa fólki til at verða betur ílatin til at hætta sær at fara upp í politikk.