Demokratia búmerki
Kvinnusøga

Lisbeth L. Petersen

Ein kvinna í Føroyum er vald í Fólkatingið. Tað er Lisbeth L. Petersen, sum varð vald í 2001.

Lisbeth L. Petersen er fødd 28. februar 1939 í Havn.

Hon hevur starvast sum skrivari á advokatskrivstovu og fyri sambandsflokkin. Harumframt hevur hon verið partaeigari í Dimmalætting.

Hon hevur verið virkin í kvinnupolitiskum arbeiði mesta part av sínum lívi.

Hon kom inn í Tórshavnar Býráð í 1984 og sat sum borgarstjóri 1992-96.

Hon varð vald í løgtingið í 1990-2008, og í Fólkatingið í 2001-05.

Hon var forkvinna í sambandsflokkinum 2001-2003.