Ikki fyrr enn vit verða valdar, kenna teir seg hóttar
Demokratia hevur gjørt avtalu við Katrin Petersen, journalist, um eina røð av samrøðum við kvinnur um politikk. Greinirnar eru prentaðar í Dimmalætting.
Tann fyrsta greinin var prentað 14. oktober 2008 um Lisbeth L. Petersen úr Sambandsflokkinum, og hon er endurprentað her:
Um fáar dagar skulu listarnir til kommunuvalið vera inni. Verður tú, kvinna, biðin at stilla upp, biður Lisbeth L. Petersen teg hava hetta í bakhøvdinum: Tá hini kunnu, kanst tú eisini. Og um tú ikki verður biðin – so far bara á uppstillingarfund kortini. Flestu flokkar taka fegnir ímóti kvinnuligum valevnum, metir fyrrverandi forkvinna Sambandsfloksins. - Tað pyntar jú um listan, at hava kvinnur uppi á, sigur hon sarkastiskt, og leggur síðani sínar egnu royndir afturat: - Tað er ikki, fyrr enn vit verða valdar, at teir kenna seg hóttar.
Lisbeth L. Petersen leggur høvdið á skák og kagar inn í myrkrið í dekktoysskápinum. Leitar eftir einari sukurskeið.
- Eg átti eina so pena skeið. Nú finni eg hana ikki... Eg man hava lagt av at hava gestir, sigur hon í skemti, men tó ikki heilt úr bláari luft. Tí seinastu mongu árini hava kaffimunnar verið nakað, ein fekk sær í tingkjallaranum ella á Gamla Apoteki, og vitjanir vóru nakað, ein fór á saman við nevndini, ein sat í. Men so er ikki longur. Lisbeth L. Petersen hevur nú verið fyrrverandi politikari tað mesta av einum ári. - Eg sakni tað sosiala, tað geri eg. Henrik Old, tá hann foldaði seg út. Og Vilhelm Johannesen var eisini øgiliga stuttligur at vera saman við, sigur hon.
- Vinirnar, eg havi havt í mínum politiska lívi, teir havi eg sum oftast funnið í øðrum flokkum enn mínum egna, sigur hon - knappliga bersøgin.
Kvinnur vælkomnar
Hon er fyrrverandi býráðslimur, fyrrverandi borgarstjóri, fyrrverandi løgtingslimur, fólkatingslimur og floksforkvinna. Men eisini fyrrverandi dúkaáleggjari, stólauppsetari og kakubakari.
- Eg hevði gingið á fundir hjá flokkinum frá tí, eg var heilt ung og hevði arbeitt nógv “bag kulisserne”, sum man sigur, og eg var farin um tey 40, áðrenn eg fyrstu ferð varð sett á listan, fortelur hon. Men so leingi væntar hon ikki, at kvinnan, ið ætlar sær at verða valevni, noyðist at bíða nú á døgum.
- Okkurt er tó hent hesi árini! Vit sóu til seinasta val, at allir flokkar royndu at fáa kvinnur upp á listarnar. Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu reglurnar eru í flokkunum, nær ein kann stilla upp, men eg vænti, allir flokkar eru glaðir við, um kvinnur bjóða seg fram, sigur Lisbeth L. Petersen.
Og ráðini, tær fáa, tær, sum hava spælt við tankan um at stilla upp, eru hesi:
- Ikki missa mótið, ikki vera bangnar fyri at spyrja onkran, sum veit meira, og ver reiðilig. Erlig. Tað merkir ikki, at ein altíð skal siga alt. Men ikki lúgva.
Nei til borgarstjórasessin ...
Í fleiri ár gekk Lisbeth á fund í Sambandsflokkinum, sum bæði abbin og farbróðurin – Andrass og Trygve Samuelsen - hava verið formenn í.
- Eg var ikki einsamøll kvinna, men hinar konurnar, sum vóru har, vóru oftast við monnunum.
Og hóast sambandsfólk ikki høvdu ætlað at sæð Lisbeth ovast á listanum til býráðsvalið í 1984, so gjørdu umstøðurnar kring onnur valevni, at hon kortini endaði sum oddavalevni.
-Eg var tann einasta, ið kom inn á sambandslistanum, og eg kom akkurát inn. Men eg kom at sita í eini lyklapositión, og eg hevði í boði at gerast borgarstjóri – fyrstu ferð, eg varð vald!, sigur hon.
Men hon tók ikki av. Hon kendi seg ov óroynda, og metti, at hon fór ikki at verða nøgd við sítt egna avrik. Hon læt heldur Poul Michelsen vera borgarstjóra.
- Eg vildi heldur vera ein góður næstformaður. Og so tók eg í staðin allar teir nevndarsessir, eg kundi fáa. Eg var sum sagt næstformaður í býráðnum, og eg fekk sosialu nevnd. Tað lærdi eg eina rúgvu av. Um mannagongdir í politisku skipanini – men eisini um tað at vera politikari. Eg lærdi nógv av Poul, tað gjørdi eg veruliga. Hann hevur seinni sagt við meg, at hann lærdi nú eisini nakað av mær! Vit settu nógv í gongd, tey árini, vit arbeiddu saman, og fingu nógv oman yvir okkum. Eitt nú, tá vit gjørdu býlingshúsini fyri at loysa barnaansingartrupulleikan. Tá varð sagt, at okkum dámdi ikki børn, og eg veit ikki hvat. Men Poul lat tað bara fara beint forbí – hann legði ikki petti í, hvat varð sagt um seg. Tað lærdi eg so eisini at gera. Ein politikari má tola at fáa okkurt ímóti sær.
... og nei til løgmanssessin
Lisbeth L. Petersen heldur, at besta útbúgvingin til hana, ið kundi hugsað sær at farið upp í landspolitikk, er at fara upp í kommunupolitikk fyrst. Í 1984, tá hon stillaði upp til býráðsval fyrstu ferð, hevði hon satt at siga størri áhuga fyri landspolitikki enn fyri kommunupolitikki. Men hetta skuldi broytast komandi árini. So mikið nógv, at tá løgmanssessurin stóð henni í boði, segði hon nei takk.
- Tað var í ringastu krepputíðum, og stríð var í Sambandsflokkinum um, hvør skuldi vera løgmaður. So skeyt Edmund Joensen upp, at eg kundi fáa løgmanssessin. Men eg valdi at siga, at eg vildi ikki hava, at ófriðurin í flokkinum skuldi breiða seg yvir í býráðsarbeiðið. Eg valdi borgarstjórasessin fram um løgmanssessin, ja. Eg hugsaði sum so, at ongin visti, hvussu leingi tað mundi fara at vera, ein sat sum løgmaður. Tað vóru harðar tíðir. Og eg gekk veruliga høgt uppí, at eg endiliga var blivin býráðsformaður. Um eg hevði blivið borgarstjóri eitt skeið afturat, so hevði eg sagt tingsessin frá mær.
Sjálvkritisku kvinnurnar
Hon bleiv ikki borgarstjóri aftur. Meira um tað seinni. Fyrst til hetta við kvinnum á høgum postum í politikki. Og tað, ið hoyrdist, áðrenn sitandi landsstýri varð sett, at “tey við bestu kvalifikatiónunum” skuldu fáa sessirnar, sum svar upp á spurningin, um kvinnur fóru at sita í landsstýrinum.
- Kvalifikatiónir kunnu vera so mangt. Vit hava havt dømi um fólkavald, sum hava høgar, akademiskar útbúgvingar, men sum slett ikki kunnu brúkast í tingarbeiðnum. Tað kann vera fínt at hava afturat, men tað er ikki ein akademisk útbúgving, sum ger teg til ein góðan politikara. Tú skal hava sunnan fornuft, vita, hvat rørir seg í samfelagnum, og so skal tú hava eina meining um tingini.
- Og, leggur hon afturat, - so er gott at duga at samstarva við onnur.
Tá tað er sagt, so heldur Lisbeth L. Petersen, at tað er lætt at fáa kvinnur til at setast aftur við at siga, at “tey best kvalifiseraðu” ella “tey best egnaðu” skulu sleppa framat.
- Kvinnur eru so sjálvkritiskar og ofta bangnar fyri at gera nakað býtt. Eru øgiliga keddar, um tær gera ein feil. Hjá monnum prellar tað av, vísir tað seg. Menn halda ofta, at teir eru ein sovorðin Guds gáva. Teir síggja als ikki, at teir dumma seg. Nú generaliseri eg, hetta er sjálvandi ikki galdandi fyri allar menn – men nógvar av teimum, eg havi møtt í politikki!
Tungi burðurin, Demokratia
Hon umboðar ikki longur ein flokk ella ein hóp av veljarum – nú umboðar hon bara seg sjálva, og kann loyva sær at vera bersøgin.
- Eg havi ongantíð verið av tí meining, at vit skulu lóggeva fyri at fáa kvinnur inn í politikk. Men tá man hoyrir menninar siga so ofta, at “sjálvandi skulu tær vera við”, og so onki hendir kortini – tí sjálvandi eru teir ikki allir so positivir, um teir látast sum um – so eri eg farin at hella meira og meira tann vegin, at tað er neyðugt við tiltøkum, sigur Lisbeth L. Petersen. Hon sær Demokratiu sum sítt politiska barn. Gitin í Útnorðurráðnum, har Lisbeth L. Petersen sat í nógv ár.
- Eg føli meg faktiskt at vera føroyska upphavið til Demokratiu. Hugskotið kom úr Íslandi, har tey høvdu sama trupulleika fyri nú mongum árum síðani, og settu ein slíkan bólk at fáa fleiri kvinnur at luttaka í politikki. Tað hevði hjálpt væl har, og støðan í Føroyum var heilt katastrofal tá. Hon er ring nú, men var nógv verri tá, sigur hon.
Løgtingið tók undir við tilmælinum í 1999, men ikki fyrr enn 7 ár seinni varð bólkurin settur. Og hóast Demokratia hevur víst á, at kvinnuluttøkan í politikki hevur verið millum tær lægstu í Evropa, so hava spurnartekn verið sett við áneyðina at hava eina slíka nevnd, og við, hvat hon kann kosta. Lisbeth L. Petersen fegnast um, at tað ikki eydnaðist “at drepa Demokratiu við at minka játtanina niður í onki”, sum hon tekur til.
- Eg haldi, at Demokratia eigur ein stóran part av æruni av, at tað í dag sita tríggjar kvinnur í landsstýrinum. Tað, at Demokratia spældi ein leiklut til seinasta val, hevur havt sína ávirkan, metir hon.
Rættvíst var tað ikki
Lisbeth L. Petersen vil fegin eggja øðrum kvinnum at stilla upp. Men hon fer ikki at billa teimum nakað inn.
- Tað er ein hørð og køld verð, politikkur, sigur hon. Og tað er av royndum, hon tosar. Hon sat sum borgarstjóri gjøgnum kreppuna í 90-árunum, vann álitið hjá veljarunum og fekk 1000 persónligar atkvøður – og endaði í andstøðu. Hennara formansskeið í Sambandsflokkinum fall saman við eini daprari tíð privat, tá hon misti mannin, og kortini fekk flokkurin flestar atkvøður á valinum 2004. Tá avtornaði, kendi Lisbeth L. Petersen seg kortini noydda at leggja frá sær.
- Eg hoyrdi, at Jóannes Eidesgaard í hasi sendingini “5 dagar fyri valdið”, segði okkurt um meg – at nú mátti tað ikki vera, sum tá Lisbeth fekk 1000 atkvøður og so fór heim at sova. Tað var nú ikki heilt soleiðis. Vit høvdu eina avtalu júst við Javnaðarflokkin um ikki at tosa við nakran annan, men at vit skuldu tosa saman næsta morgun. Tann avtalan helt so ikki, skjýtur Lisbeth aftur. Stríðið í Sambandsflokkinum, sum fekk hana at fara frá sum forkvinna og hareftir at gevast heilt í politikki, er samantvinnað við, at henda tíðin eisini gjørdist hørð privat. Hon misti mannin, Jákup, sum doyði av krabbameini, stutt áðrenn hon skuldi føra flokkin til val. Og enn er hon ikki heilt komin til sættis við mátan, hon fór úr formanssessinum.
- Eg var opinbart ikki nóg sterk. Ella, eg veit ikki, um eg ikki VAR nóg sterk ... Men eg skuldi kanska havt tikið farloyvi eina tíð, eg veit ikki, sigur hon hugsanarsom.
Tá hon stillaði upp fyrstu ferð, dámdi farbróðurinum, Trygva Samuelsen, onki.
- Hann helt ikki, at tað var nakað fyri meg. Politikkur var ov hart, helt hann.
Hevði hann rætt?
- Nei, tað haldi eg ikki. Eg haldi, eg havi havt eitt ríkt lív, og eg havi lært nógv!
Seinastu ráðini til hana, ið hevur hug til at royna seg í stríðnum um valdið, eru hesi:
- Hugsa, “Tá hini kunnu, kann eg eisini.” Tað havi eg ofta sagt við meg sjálva, áðrenn onkran truplan fund, til dømis. Og so er gott at royna at hava situatiónsfornemilsi. Ikki altíð siga tað hart, sum tú hugsar, sigur Lisbeth L. Petersen.