Kvinnuhagtøl
Demokratia arbeiðir fyri at økja um talið av kvinnum í landspolitikki, so væl sum í kommunupolitikki.
Hví ikki velja eina kvinnu?
Vit hava ein søguligan møguleika at fáa javnstøðu á einum kommunuvali fyri fyrstu ferð nakrantíð. Ongantíð áður hava fleiri kvinnur stillað upp á einum politiskum vali enn hesaferð. Av teimum uppstillaðu eru 60,6% menn og 39,4% kvinnur. Hetta er beint uttan fyri javnstøðumarkið á 60/40. Men hetta er so tætt við, at eingin orsøk er til, at vit á valinum ikki megna fulla javnstøðu. So hví ikki velja eina kvinnu og skriva føroyska valsøgu?
Orsøkir at velja kvinnuVelur tú ta røttu?
Vit hava savnað so nógvar uppstillaðar kvinnur, sum vit hava megnað at fingið fatur á. Og tí ber til at leita eftir, hvørja kommunu, tær eru uppstillaðar í, hvønn flokk ella uttanflokkalista, tær eru uppstillaðar á, og hvørji evni, tær eru serliga áhugaðar í at arbeiða við.
Kanna tað her