Demokratia búmerki
Marin Petersen
Uttanflokkalisti
Trivnaður
Samstarv millum bygdir
Burðardygd


Glyvrar · 30 ár · Byggifrøðingur
Mítt nummar: 782998

Eg eiti Marin, eri 30 ár og búgvi á Glyvrum, og eri upprunaliga úr Søldarfirði. Eg eri útbúgvin byggifrøðingur, og arbeiði ímillum annað við ráðgeving innan burðardyggari bygging og tíðarætlanir. Eg havi eina stóra áhuga fyri lokalsamfelagnum.

Eg eri von við at hava nógv jørn í eldinum, og tað trívist eg væl við. Eg eri virkin í kappróðrarfelagnum NSÍ, har eg njóti at vera partur av einum sterkum felagsskapi.

Eg ynski at økið kann mennast og gerast eitt enn betri stað at búgva og arbeiða í. Mær dámar væl at síggja loysnir, har onnur síggja avbjóðingar, og eg vil fegin brúka mína orku og royndir til at skapa framgongd fyri íbúgvar í Runavíkar kommunu.

Marin Petersen