Eg stilli upp til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu fyri Kommunulistan. Listin er ikki partapolitiskur, men ein breið vifta av fólki, ið hava ymiska bakgrund, arbeiðir og útbúgvingar, sum eru samd um valskránna - tað skal snúgva seg um kommununa og onki annað.
Eg eri 38 ára gomul, fødd og uppvaksin á Argjum har eg búgvi saman við manni mínum Pætur og okkara trimum børnum. Eg eri útbúgvin námsfrøðingur á fróðskaparsetrinum umframt eina kandidat frá CBS í Human Resource Management.
Tá fólk spyrja meg, hvat eg fari at arbeiða fyri, kann tað vera torført at velja nøkur evni og øki út, sum hjartamál, tí øll eru líka umráðandi. Tá tað er sagt, so liggur trivnaður, mentan, dagstovnaøki og umhvørvi mær nærmast, og tað fari eg at hava fokus á.
FRÍTÍÐ OG TRIVNAÐUR
Ígjøgnum lívið havi eg spælt nógvan fótbólt, gingið á musikskúlanum, dansað hiphop og sungið í kór. Eitt av hjartamálunum er, at ítriv og ítróttur hava góðar karmar, so at øll børn og ung hava sama møguleika at ganga til ítriv, har tey mennast og trívast saman við sínum vinum. Tí mugu bestu karmarnir verða um øll hesi tilboð, sum í stórsta mun eru til vegna eldsálir og sjálvbodnar hendur. Tað mugu ikki verða karmarnir, ið fáa fólk at brenna út, men karmarnir, sum gera tað lættari at verða ein partur av hesum dýrabara arbeiði, hesi fólk gera.
DAGSTOVNAØKIÐ
Sum námsfrøðingur havi eg arbeitt á dagstovnaøkinum í nógv ár. Tað hevur givið mær ein fakkunnleika saman við nógvum royndum, ið eru viktigar í kjakinum um dagstovnaøkið, um trivnað og menning hjá børnunum, umframt trivnaðin hjá bæði námsfrøðingum og hjálparfólkum.
BÚÐSTAÐARNEYÐ
Bústaðarneyðin er umfatandi allastaðni - bæði til lesandi, smábarnafamiljur, stakar uppihaldarar og sosialt útsett fólk (heimleys). Tá vit í einum settningi um bústaðarneyð kunnu nevna nærum allar samfelagsbólkar, tá er tað veruliga átrokandi at koma í gongd við at fáa hesi ting í rættlag. Vit mugu í gongd við at byggja og velja røttu loysnirnar.
Skal tað verða lutaíbúður, sum vit kenna frá Danmark?
Hvussu skapa vit ein lestrarbý í Havnini?
Skulu vit byggja fleiri minni íbúðir til støk og eldru?
Hvussu fáa vit best hjálpt teimum heimleysu burtur frá gøtuni og inn í sítt egna heim?
UMHVØRVIÐ
Umhvørvið í Havn manglar onkran góðan at ansa sær. Tað mugu verða grøn økir í nærumhvørvinum hjá so nógvum borgarum sum gjørligt. Eisini skulu økir varveitast og brúkast til betri endamál. Tey, sum standa og forfalla. Tey kundu skapt trivnaða í einum umhvørvi fyri tey fólk ið búgva har, um man hugsaði annarleiðis. Tórshavnar kommuna skal verða góð at búgva í.
Vónandi hava tit hug at fylgja við, og seta X við meg til býráðsvalið 12. november.