FAMILJUNNAR HAVN
Eg ynski mær eina kommunu, sum setur familjuna fremst. Tað skal vera trygt, gott og mennandi at vaksa upp í Tórshavnar kommunu, foreldur skulu hugagóð kunna koyra teirra børn á stovn og eldra ættarliðið skal vita, at tilboð eru til teirra, um tørvur verður á tí.
Seinastu tvey árini havi eg verið løgtingskvinna og stórtrívist í politikki – og bjóði meg tí fram í býráðspolitikki eisini.
Eg síggi bara fyrimunir við at sita á Løgtingi og í býráðnum í senn. Nógv markamót eru millum land og kommunur, serliga tá tað kemur til míni hjartamál: barnaverndarøkið, dagstovnaøkið, almannaøkið og eldraøkið. Men eisini, tá tað snýr seg um ferðavinnu, skapandi vinnur, mentan, ítrótt og skúlaøkið.
Í Tórshavnar kommunu vil eg:
· Lyfta dagstovnaøkið. Børn og starvsfólk skulu trívast og mennast við hægri normering, áliti og ábyrgd
· Økja játtanina til børn við serligum tørvi
· Skapa góð frítíðartilboð til okkara børn og ungu
· Tryggja virðilig og virkin eldraár
· Menna ein fjølbroyttan bústaðarmarknað
· Eggja til útilív í reinum og grønum umhvørvi
· Stimbra skapandi vinnur og mentanarlív
· Stuðla ítrótti og felagsskapum
· Menna burðardygga ferðavinnu í allari kommununi, alt árið
Eg fegnist stórliga um bæði nýggju stórhøllina og svimjihylin, sum lata upp í næstum. Næst á listanum eigur at vera eitt barnamentanarhús, upplivingardepil og rørsluumhvørvi á Bacalao!
Og sjálvsagt skulu burðardygd og javnstøða vera ein fastur lutur í øllum politikki hjá Tórshavnar kommunu.
Tit frætta meira um hetta og mangt annað á facebook og instagram vangunum hjá mær.
www.facebook.com/liljan.weihe
www.instagram.com/liljanweihe
Liljan Weihe, valevni hjá Tjóðveldi í Havn