Eg eiti Tonicia C. Hansen, eri 40 ára gomul, upprunaliga úr London og havi búð í Tórshavn í meira enn 15 ár. Eg eri gift við Jóannes, og saman eiga vit eitt barn. Eg arbeiði sum ein hjálparfólk í eina vøggustovu hjá Tórshavnar kommunu.
Tá eg varð spurd, um eg hevði hug at stilla upp, játtaði eg, tí eg vil gera ein positivan mun og arbeiða virkið fyri teimum broytingum, sum eg haldi, at vit hava tørv á í tí samfelagnum, sum eg kenni sum mítt heim. Men ein onnur orsøk til at eg stilli upp, er fyri at virka fyri fjølbroyttari politiskari umboðan Í breiðum høpi, harundir eisini javnstøðu millum kynini, sum samsvarar væl við tað arbeiðið, sum Demokratia ger, fyri at varpa ljós á týdningin av kvinnuligari umboðan í okkara politiska skipan.
Eg vil arbeiða eftir valskránni hjá Kommunulistanum. Valskráin lýsir væl, hvørjar avbjóðingar eru í Tórshavnar kommunu og hvussu ætlanin er at loysa hesar avbjóðingar. Míni fokusøki fevna millum annað dagstovnaøkið, íbúðartrot og integrasjón. Eg vil serliga arbeiði fyri at minka um trýstið, sum er innan dagstovnaøkið og bústaðarmarknaðin. Harumframt mugu vit fáa integrasjón aftur á dagsskránna.