Eg eiti Ingvør Skaalum, eri fødd og uppvaksin á bygd og havi búð í Havn í útvið 30 ár. Eri gift við Jens Chr. og eiga vit tilsamans 3 dreingir og eitt barnabarn.
Eri útbúgvin cand.merc.aud og fótterapeut. Havi arbeitt sum grannskoðari í fleiri ár, tó havi eg í høvuðsheitum arbeitt sum fótterapeut og hjálparfólk á eldraøkinum síðani 2020.
Eg havi valt at bjóða meg fram sum valevni til kommunuvalið 2024, tí eg vil geva mítt íkast til eina góða kommunu at búgva í.
Míni hjartamál eru:
· Eldraøkið – lívsgóðsku á ellisárum
· Ung við avbjóðingum – verða sædd og hoyrd
Hvussu tryggja vit teimum eldru ein góðan og virðiligan aldurdóm? Her hugsi eg um, at tað skal meira til, enn at fáa pláss á einum røktarheimi, fáa mat, verða hjálpt úr og í song og annars tey mest neyðugu tingini ígjøgnum dagin.
Hvat gera vit fyri at fáa fleiri hendur inn á umsorganarøkið? Her hugsi eg um útbúgvingarmøguleikar og hvat kann gerast fyri at skapa áhuga fyri umsorganarfakinum.
Vit hava fleiri ung, sum hava eitthvørt at stríðast við, hvussu byrgja vit fyri at tey enda í misbrúki v.m. og hvussu skapa vit eitt umhvørvi, annað enn ítrótt, ið kann hjálpa teimum víðari í lívinum?
Ingvør Skaalum
Valevni fyri Sambandsflokkin til
kommunuvalið 2024, tann 12. november