Demokratia búmerki
Daisy J. Iversen
Býarlistin
Eldraøkið
Javnstøða
Familjan
Trivnaður
Integratión
Skúlamál
Busssamband
Vatnveiting
Matarskipan

Eg eiti Daisy J. Iversen og eri uppvaksin í Hoyvík og Danmark, eri gift við Kunuunnguaq ( Kuno) Iversen úr Grønlandi, ið starvast sum sálarfrøðingur á Blákrossheiminum, og eiga vit trý børn saman. Vit eru tilflytarir til Nes kommunu síðan 2018.
Eg eri útlærd bæði sum kokkur, sosialráðgevi og havi kandidat í kriminologi. Eg havi seinastu árini arbeitt við bæði rúsviðgerð hjá ungum og fleiri ár innan barnavernd. Eg starvist nú sum SSP ráðgevi, har eg arbeiði við trivnað og kriminalitetsfyribyrging. Trivnaðararbeiði og fyribyrging hava mín áhuga.
 Eg vil virka fyri, at Nes kommuna leggur størri dent á bleytu virðini og átøk, ið stuðla undir eitt familjulív í javnvág, so familjur fáa betri umstøður at leggja dent á tað, ið veruliga hevur týdning.
Eg ynski at arbeiða fyri eina kommunu, har familjur, tilflytarar og eldri kunnu trívast saman – og har øll kenna seg vælkomnan og hoyrd, uttan mun til tilknýti til kommununa frammanundan.
Eg vil virka fyri týdningarmiklar broytingar, ið gera familjulívið og gerandisdagin eitt sindur lættari fyri okkum øll  .
Sum mamma at trimum, í fulltíðarstarvi og uttan familju at heita á, veit eg hvussu krevjandi gerandisdagurin kann vera. Nógvar kvinnur, og serliga einligar mammur, kenna sama trýst við høgum útreiðslum, mugu arbeiða niðursetta tíð  fyri at fáa familjulívið at ganga upp.
Familjur eru ymisk samansettar, og øll hava ikki familju ella netverk at heita á. Trýstið tyngir familjur og oftast kvinnurnar, og hettar ávirkar trivnaðin hjá vaksnum og smáum.
Míni mál eg vil virka fyri:
 Bussleið til øll
Eg vil arbeiða fyri einari ókeypis bussleið, so børn kunnu koma til frítíðarítriv, eldri varðveita sítt sjálvbjargni, og skúlabussur tryggjar, at børn koma til og frá skúla, óansæð umstøðurnar.
 Miðstaðarøki og mentanarátøk 
Latið okkum skapa eitt miðstaðarøki, har vit kunnu hittast og fáa felags upplivingar saman. Við einum felags staði og fleiri mentanarligum átøkum, sum byggja brýr millum okkum borgarar, styrkja vit felagsskapin í kommununi. Eitt býarsamfelag fyri bæði ung og eldri, har øll kenna seg heima og hoyra til.
 Reint og gott vatn - ein grundleggjandi rættur
Reint og gott drekkivatn eigur at vera ein sjálvfylgja , og eg vil raðfesta hetta høgt. Tað eigur ikki at verða neyðugt við vatnautomat, sum fleiri hava boða frá, at tey hava fingið sær. Síðan eg varpaði ljós á evnið í 2022, er framvegis langt á mál.
 Fyri børn, familjur og framtíðina
Børnini eru okkara framtíð, og tí skulu vit taka avgerðir, sum stuðla teirra trivnað í dag. Hækka barnafrádrátttin, 25 kommunur hava hægri barnafrádrátt enn Nes kommuna. Stuðla undir umstøðum hjá børnum og ungum, m.a. við sunnari kostpolitikki á dagstovnaøkinum, fleiri fríøki, raðfestingar á fólkaskúlanum og betri umstøður hjá ungdómshúsinum. Eisini eru raðfestingar á fólkaskúlanum og eldraøkinum týdningarmikil fyri meg.
Styrk kvinnuligar røddir 
Í Føroyum deila vit virðir sum familja, felagsskapur og siðvenja. Men kanningar vísa, at bæði menn og kvinnur ofta velja mannligar valevni, sum ger, at kvinnurøddir verða minni umboðaðar.
Við at velja kvinnuligar kandidatar fáa vit eitt breiðari og meira javnvigað grundarlag, sum tekur atlit til øll – frá børnum og familjum til eldri og okkara nærumhvørvi. Tá ið kvinnur stuðla kvinnum, skapa vit ein felagsskap fyri framtíðina, har allar røddir verða hoyrdar.
Ger ein mun til valið: stuðla kvinnuligum valevnum og styrk javnstøðu grundarlagið í Nes kommunu. 

Daisy J. Iversen