Eg eiti Rannvá eri uppvaksin og búgvi í Miðvági eri gift við Suna og eiga vit 3 børn og 1 ommubarn.
Eg eri útbúgvin skrivstovufólk, havi arbeitt sum stuðul og arbeiði nú sum deildarleiðari. Havi havt eitt virkið ítróttarlív í fótbólti og flogbólti sum íðkari, nevndarlimur og venjari. Í frítíðini syngi eg við Vágakórinum og eri saman við familjuni. Eg brenni fyri at hjálpa og stuðla teimum, sum á ein ella annan hátt ikki klára seg sjálvi.
Eg vil arbeiða fyri, at okkara kommuna, í enn størri mun, skal vera ein kommuna, sum verjir og stuðlar undir, at øll, uttan mun til avbjóðingar, kunnu vera búgvandi í kommununi, fáa bestu umstøður og føla seg vælkomin í Vága kommunu. Ein kommuna har øll børn, ung og gomul fáa nøktandi tilboð, umstøður og møguleikar at fara til ítriv, ítrótt og mentanartiltøk ella annað, tey hava áhuga fyri.
Eg eri ikki tann, sum rópi harðast, eg lurti og arbeiði í tí stilla. Eg arbeiði hart fyri at røkka teimum málum, eg seti mær, og geri nógv fyri at finna semjur. Um eg verði vald, fari eg at gera mítt besta fyri, at fólkini, sum búgva í kommununi, verða tikin við upp á ráð í teimum avgerðum, sum skulu takast.