Fuglafjørður - besta kommuna í Føroyum! Ja kanska eru vit ikki har heilt enn, men ikki er tað langt á mál. Við samarbeiði og við at dríva á, kunnu vit væl koma á mál.
Hvør eri eg? Eg eiti Jóna Astrid, eg eri 40 ár og eri fødd og uppvaksin í Fuglafirði. Tey flestu vita nokk, hvør eg eri, men tá eg havi búð í Danmark í nógv ár, er tað eru óivað eisini onkur, sum ikki kennir meg so væl.
Sum 23 ára gomul flutti eg til Danmarkar at lesa, her møtti eg makanum Miki, og saman hava vit tvær gentir – Sif (11 ár) og Ronja (8 ár) .
Eg eri útbúgvin fotograf og havi staðið í læru í Flogverjuni í Karup, og her havi eg eisini arbeitt, til eg bleiv 35 ár og valdi at fara á skúlabeinkin aftur. Her tók eg markedsføringsøkonom og proffesionsbachelor í E-handil.
Tá man er uppvaksin í Fuglafirði, var tað heilt natúrligt, at vit valdu at flyta til Fuglafjaðar, tá vit komu til Føroya. Her er so gott og vakurt at búgva, og ein perla hjá barnafamiljum.
Eg havi nøkur hjartamál, sum eg trúgvi vit mugu seta inn tey næstu 4 árini. Sameina borgarar og vinnuna. Eldraøkið. Bústaðarmøguleikar.
Sameina borgarar og vinnuna: Sum er, eru alt ov nógvir borgarar ávirkaðir av larmi, lukti og ljósi frá havnalagnum. Eg haldi hetta er sera harmuligt og ávirkar í ov stóran mun, at fólk eru ávirkað, at tey ikki eru glað í egnum heimi. Hetta er ikki í lagi, og mugu vit sum kommuna seta krøv, reglur og bøtur til tey, sum ikki fylgja hesum. Vit mugu raðfesta at fáa landstreym til øll skip, so tey ikki larma allan dagin. Eg haldi, at vit sum kommuna, burdu kunnu sett krøv til, hvat er rímuligt at finna seg í, tað ger man aðrastaðni í verðini, so hví ikki her? Tað er umráðandi at man gevur pláss fyri bæði at borgarin og vinnan kan verða í kommununi.
Eldraøki: Gera eina langtíðarætlan fyri eldraøkið. Fáa bygt eldraíbúðir til tey eldru, sum tey fáa gleði av og kann leingja teirra lívsgóðsku. Tað verða alt fleiri eldri, og tað er neyðugt at tryggja okkum, at tey hava best møguligar umstøður. Koma eldraíbúðir, verða eisini fleiri hús til tey yngru at flyta inn í.
Bústaðarmøguleikar: Tað er umráðandi at fáa fleiri grundøki at byggja á, so vit kunnu fáa vøkstur í bygdina. Tað eru fleiri øki í Fuglafirði, sum eru áhugaverd at hyggja eftir, og er hetta nakað, vit sum kommuna mugu hyggja eftir. Tann týdingarmesta inntøkukeldan í bygdini er og fer altíð at verða borgarin. Tí hevur tað alstóran týdning, at íløgurnar tey næstu árini verða raðfest á ein hátt, sum tryggjar grundarlag fyri lítlari fráflyting, stórari tilflyting og góðum trivnaði. Umframt hetta sum eg nevni, haldi eg eisini at vit skullu arbeiða við: - Fáa fleiri parkeringspláss, geva stuðul, so fólk kunnu gera parkeringsøki á egið grundstykki - Fleiri spælipláss í bygdini - Umvæla núverandi svimjihyl - Gera heildarætlan fyri Kamb og frítíðarskúlan - Gera eina framtíðarætlan við ítróttarmiðdepli við nýggjari svimjihøll á Kambsdali í samstarvi við Eysturkommunu.