Demokratia búmerki
Joan Poulsen
Uttanflokkalisti
Dagstovnaøkið
Serøkið
Vetrarfriðing
Fríðkan

Eg eri biðin um at stilla upp til kommunuvalið í Skálavík, og eg havi tikið av avbjóðingini.

Eg eru uppvaksin í Vági, men havi tey síðstu mongu árini búð í Nólsoy og síðan í Havn, men hóast tað, hevur hjartað altíð ligið eftir her á Sandoynni, tí her eg eri ættað og havi altíð ynskt mær at komi aftur. So sjálvt um eg eri tilflytari til Skálavíkar kommunu, so eri eg als ikki ókend í oynni, og vit sum familja við 4 børnum fluttu hertil í dec 2023.


Sjálv eri eg útbúgvin námsfrøðingur við nógvum árum á baki innan sernámsfrøðina, men arbeiði nú sum varaleiðari í Barnagarðinum á Gerðinum í Skopun.


Eg ynski at arbeiða fyri at betra trivnaðin her hjá fólki í Skálavík og serliga fyri barnafamiljurnar.


1. Fyri at ein familja skal støðast, skulu fortreytir í eini bygd vera í ordan. Her er ein skúli við 4 næmingum, men eingin barnagarður og eingin frítíðarskúli, hóast barnatalið er vaksandi. Hettar hevur við sær, at foreldur eru noydd at antin at hava onnur at passa børnini eftir skúlatíð ella flyta børnini antin til Skopunar ella Sands, har hesu tilboðini eru at finna. Hettar skal broytast til tað betra.


2. Vit hava fleiri børn børn við serligum tørvi í oynni, men tilboðið hjá teimum í skúlaalduri er at hava ein stuðul í skúlanum ella blíva sent til Havnar á skúlan á Trøðni, hóast besta tilboðið er at hava eina lítla skúlastovu á oynni við fáum børnum og fólki við servitan at vera um tey ígjøgnum dagin. Vit hava fleiri námsfrøðingar við hesum førleikum, so tað kundi verið ein loysn, tá tað er pláss til tess í skúlanum í Skálavík. Hettar hevði verið gott fyri nógvar familjur, ið hava børn, sum stríðast í gerandisdegnum.


3. Vetrarfriðing er eitt, ið eg ynski at arbeiða fram ímóti. Her gongur alt leyst, og sparlar eru at finna um alla bygdina. Eisini er tað sera keðiligt, at seyður gongur inn í garðar hjá fólki, tí teir hoppa lættliga uppum. Hettar ynski eg at broyta.


4. Fríðka og hampa bygdina, tí sjálvt um nógv er gjørt seinastu árini, so er tað ikki viðlíkahildið. Ynski er eisini at varðveita gamla svimjihylin, tí tað høvdu nógv kunna fingið gleði av. Eisini hava vit tosað um at gera fríøkið frá Kelduni omaneftir til eitt hugnaligt øki við trøum, benkrum og spæliplássi til bygdafólkið.


5. Skapa fleiri tiltøk í bygdini fyri at skapa eitt betri samanhald í bygdini.


Hettar eru míni ynskir fyri bygdina og eg vil gera mítt allarbesta fyri at koma á mál við hesum.
Minst til, at nýggir kustar feia best.


X við Joan
X við Lista B

Joan Poulsen