Demokratia búmerki
Súsanna Køtlum
Framsókn
Eldraøkið
Bústaðarmøguleikar
Dagstovnaøkið
Náttúra
Parkeringsviðurskifti
Kloakkviðurskifti
Hundafríøki


Eg eiti Laura Súsanna Køtlum, eri 48 ár og búgvi í hjartanum í Havn, uppvaksin á Viðareiði. Eg havi búð knapt 11 ár í Keypmannahavn og flutti heim í 2007 har eg so havi búð í Havn síðan.

Eg eri mamma at Markus Køtlum 22 ár, og livi saman við Ragnar Jacobsen úr Nólsoy og okkara 4 norsku lundahundum sum vit brúka nógva tíð saman við.

Eg læt upp Køtlum, Grøna hárfríðkannarstovu í 2009, sum tíverri er tann einasta grøna hárfríðkan í Føroyum. Har eri eg enn fulla tíð og meir enn tað.

Í frítiðini er tað hundarnir sum fáa uppmerksemið, bæði til venjing og tá teir javnan verða framsýndir. Annars fer tíðin til brodering, seyming, kvøldskúla, trening og kortspæl, Sjavs er ein favorittur, og familja og vinir. Eg eri ein sovorðin, sum aldrin keði meg og tímir orduliga nógv orduliga væl. Tað einasta eg mangli er tíð, men alt gongur við einum góðum vilja.

Eg ynski at arbeiða fyri: Náttúru og umhvørvi -Eg brenni fyri náttúruni, tað er einki loyniligt, og kundi hugsað mær, at náttúran bleiv ein inngrógvin partur av Tórshavnar kommunu. Eg síggi fyri mær, at vit sum búgva her kundu fingið okkurt, sum líkist kolonihavum. Eg trúgvi, at fleiri høvdu fingið stóra gleði av møguleikanum at hava eitt stykki/trøð har vit kundu verið meira sjálvbjargin og dyrka okkara egna grønmeti, havt hønir, gæs, seyð, hvat nú fólka ynskja.

-Eisini haldi eg tað er uppá tíðina at vit fara at skilja meira burturkast.

-Í herna móti rottu og vespum.

Fysiskar karmar til tað “alternativa” -Betri karmar til kreativa vinnu, td fleiri smáir handlar/virkir í einum bygningi so tey kunna sparra og blóma.

-Betra um hundaøkini og stuðla hundasportinum við hølum onkursvegna.

Bústaðir: -Fleiri útstykkingar til leigubústaðir.

-Ein samansettur eldradepil, við ellisheimi, eldraíbúðum, o.s.fr.

Kjarnuvælferð: -Heimahjálp til allar borgarar í Havnar kommunu.

-Víðka um upplatingar tíðir hjá dagstovnum, flextíðir Infrakervi í lagi:

-Parkering

-Kloakkskipan
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 

 

Súsanna Køtlum