Uppstillað í Eiðis kommunu
Eg eiti Marjun Sørensen, eg eri útlærd frisør (2006) og fólkaskúlalærari (2019), og so havi eg drúgvar royndir sum fosturmamma í gjøgnum barnaverndartænastuna. Til dagligt starvist eg sum familjuráðgevi í Barnaverdartænastuni. Eisini eri eg kona, mamma og omma, og í míni frítíð elski eg at fara ein góðan túr runt Vatnið á Eiði og kring bygdina sum heild.
Eg havi havt hárfríðkanarstovu í bygdini og veit tískil, hvat tað er at vera vinnurekandi í einari lítlari kommunu. Fyri at smáar fyritøkur skulu hava ein kjans, er neyðugt at allar hava møguleikan, og júst tað kann eg vissa um, at eg fari at arbeiða fyri. Kommunan skal ikki vera eitt sjálvtøkuborð fyri tey fáu, men øll tilboð og tilfeingi skulu bjóðast javnt út, so at allar fyritøkur hava ein kjans at bjóða seg fram.
Gjøgnumskygni er vegurin til álit millum kommunu og borgara, og meti eg hetta viga ómetaliga nógv.
Samstarv millum tey valdu og borgaran er sera týdningarmikið fyri framgongd, og eigur hetta ikki at vera ringt at liva upp til í okkara lítlu kommunu.
Annað eg vil arbeiða fyri:
- Gera arbeið liðug, sum eru byrjað
- Rudda allar bygdirnar væl (eisini kai-økini)
- Sameina allar bygdirnar í kommununi
- Fjølbroyttar búðstaðarmøguleikar
- Breiðari ungdómstilboð
- Upp raðfesta eldraøkið
- Dagføra ferðavinnuna
Marjun Sørensen
Valevni á lista B