Demokratia búmerki
Gudny Vang
Uttanflokkalisti
Umhvørvið
Eldraøkið
Ferðsla

Eg eiti Gudny Vang, eri 50 ára gomul og oyndfirðingur. Eg havi búð í Fuglafirði í góð 20 ár.

Eg stillaði fyrstu ferð upp til kommunuval á einum kvinnulista í 2008, tá eg varð næstvald á listanum. Hetta viðførdi at eg slapp framat í kommununi, tá tað barst undan hjá teimum valdu. Eg stillaði tó ikki uppaftur til kommunuval fyrr enn í 2020, tá eg var vald inn. Í hesari setuni havi eg sitið í mentanarnevndini og vinnu- og havnanevndini í Fuglafjarðar kommunu. Til seinasta løgtingsval stillaði eg upp fyri Tjóðveldi.

Verði eg vald aftur í býráðið, fari eg serliga at arbeiða við eldraøkinum, sum krevur nýhugsan. Alt ov nógv orka er løgd í at byggja bygningar til búpláss, men ábendingar eru at nógv størri orka skal leggjast í fyribyrgjandi arbeiði, soleiðis at tey eldru megna at búgva heima í eitt longri tíðarskeið. Eisini ætli eg mær at arbeiða fyri at verja umhvørvi í okkara vakra býi. Hetta kann gerast við at økja um tilvitanina hjá okkara borgarum við skiljing av burturkasti, verjing av náttúruøkjum og at halda áfram við fríðkan av býarrúmum. Eisini er nógv virksemi á havnalagnum, har tað regluliga eru hendingar við dálking. Hetta er ikki í lagi, og kommunan eigur at fyribyrgja hetta. Nógv tung ferðsla er ígjøgnum býin. Eg ætli at stríðast fyri at ferðsluforðingar verða gjørdar eftir høvuðsvegnum, soleiðis at allir borgarar eru tryggir, tá farið verður til gongu. Til seinast fari eg at arbeiða fyri at samstarv verður í øllum leikum hjá kommununi, bæði tá talan er um borgarar, vinnulív og uttanfyri kommunumark.
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 

 

Gudny Vang