Mona Maria úr Fugloy.
Eg stilli upp til valið í Klaksvíkar Kommunu fyri Fólkaflokkin. Eg búgvi í Klaksvík og havi ein vaksnan son. Eg eri sjúkrarøktarfrøðingur við kandidat í sjúkrarøktarfrøði og diplomútbúgving í leiðslu. Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri politikki, samfelagsviðurskiftum og fyri, at fólk hava tað gott, óansæð hvørji tey eru.
Eg stilli upp, tí eg vil gera ein mun fyri borgarnar í kommununi. Borgarnir í kommununi skulu føla seg sæddar og hoyrdar av politikarunum, og teirra rødd skal hoyrast, tá stórar íløgur skulu gerast. Íløgur skulu raðfestast, so javnvág verður millum býti av pengum millum teknisk økir (havnalag, vinna, ídnaður), mentan, ítrótt og sosial økir (eldraøkið, børn og ung) og eisini fyri, at kommunan megnar at gjalda skuld niður.
Klaksvíkar kommuna skal raðfesta góðar karmar til øll økir. Íløgur kosta pengar, men íløgur er annað enn krónur og oyru. Íløgur er eisini tað, vit leggja inn í tað, vit brúka pengar til. Eldraøkið skal lyftast, so tað er tíðarhóskandi og gevur borgarunum enn betri tænastu, gleði og tryggleika. Tí fari eg at arbeiða fyri einum eldradepli við nýggjum røktarheimi, eldraíbúðum og við heimatænastu, venjing o.ø. í nærumhvørvinum. Venjingartilboð til heimabúgvandi og røktarheimsbúfólk skulu mennast, ansingarsamsýningin til tey, sum ansa teirra gomlu heima, skal hækkast, og vit skulu hava eina eldratrygd, tvs. so góð tilboð um tænastur heima, at bíðilistarnir til búpláss fella burtur. Eisini fari eg at arbeiða fyri skynsamari fíggjarstýring, har kommunan ger skynsamar íløgur og rindar skuld niður.