Eg eiti Súnhild Hjalt Jacobsen, eg eri 26 ár, og eg stilli upp til kommunuval á Sandi á Lista A.
Eg havi 3 børn sum eru ávikavist 8, 7 og 0 ár. Til dagligt lesi eg námsfrøði á 4. ári, men í løtuni eri eg í barnsburðarfarloyvi frá lesnaðinum. Ein stórur partur av mínari frítíð verður brúktur á bóndagarðinum hjá manninum, har vit gera nógv burturúr at framleiða og selja føroyskar stuttfluttar matvørur, serliga av seyði.
Eg meti tað hava sera stóran týdning, at vit kvinnur eru væl umboðaðar í kommunupolitikki, tí kvinnur og menn raðfesta ymiskt og hava ymiska servitan og innlit. Í einum komandi kommunustýri brenni eg sum námsfrøðilesandi sjálvsagt fyri at arbeiða við at skapa teir bestu karmarnar fyri okkara børn og ungu. Eisini meti eg tað vera av stórum týdningi, at umstøðurnar hjá okkara eldru borgarnum verða raðfestar høgt.
Mítt størsta ynski er, at trivnaðurin í bygdini verður settur í miðdepilin. Tí má Sands kommuna hava meira at bjóða teimum, ið búgva her við tilboðum og tiltøkum v.m.. Saman við hinum á Lista A, vil eg í einum komandi kommunustýri eisini arbeiða við, at bygdin skal síggja nosslig út. Neyðugt er at gøtur og vitjunarverd støð verða viðlíkahildin og gjørd hugnalig, so bygdin er vøkur og innbjóðandi.
Samanumtikið haldi eg, at eitt kommunustýri hevur tørv á fólki, ið duga at hugsa kreativt og nýtt, og sum duga at síggja møguleikar í teimum resursunum, sum eru. Tí bjóði eg meg fram sum valevni á Lista A.