Demokratia búmerki
Sára Midjord
Uttanflokkalisti
Bústaðarmøguleikar
Bygdarhús
Grøn kommuna
Kloakkviðurskifti

Uppstillað í Kvívíkar kommunu

 

 

Nýhugsan, menning, mentan og samanhald
Eg eiti Sára Midjord og eg stilli upp á lista B til komandi kommunuval.
Eg eri uppvaksin suðuri í Vági, men havi búð í Leynum seinstu 11 árini. Eg eigi 2 børn, gift við Halluri, eri útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og arbeiði hjá almannaverknum. Onkur kennur meg kanska frá Svimjifelagnum Hellufossur, ið eg saman við øðrum havi sett á stovn og brenni fyri.
Eg haldi, at Leynar er heimsins besta stað at búgva í. Tað finnist ikki tryggari, vakrari og fríðari stað at búgva og at vaksa upp í. Eg havi frá fyrsta degi følt meg heima her og kent meg vælkomna av øllum, ið búgva her, bæði í Leynum og úr hinum bygdinum í kommununi
Eg havi stóran áhuga at skipa fyri tiltøkum, ið savna fólk og skapa trivnað, bæði hjá børnum, vaksnum og eldri. Eg havi staðið fyri ymiskum tiltøkum í kommununi, og alt hevur fingið sera góða undirtøku av øllum fólkinum í kommununi. Hesa undirtøku og samanhaldið, ið eg havi uppliva í Kvívíkar kommunu, vil eg arbeiða fyri, at øll skulu fáa møguleika at uppliva. Eg vil eisini arbeiða fyri, at vit í Kvívíkar kommunu kunnu vísa restini av Føroym, hvat vit kunnu megna, tá vit standa saman.
Tað hevur sera stóran týdning fyri meg at gera umstøður, ið skapa trivnað og hugna fyri bygdarfólki.
Her er tí nakað, eg vil arbeiða fyri:
- Bygdarhús/hølir til ymisk frítíðarvirkisemi til gleði fyri øll
- Fríðkan og savningarstøð í øllum bygdunum í kommununi
- Framhaldandi ókeypis barnaansing
- Gera Kvívíkar kommunu til grønastu kommunu í landunum
- Fáa kloakkviðurskiftir í lagi
- Fjølbroyttari búðstaðarmøguleikar til ung sum eldri
 
Míni kjarnuvirðir eru: Nýhugsan, menning, mentan og samanhald

Sára Midjord