Demokratia búmerki
Marita Zachariassen
Uttanflokkalisti
Bústaðarmøguleikar
Nærdemokrati

 

Uppstillað í Fuglafjarðar kommunu

 

Hjartamál:

·      Borgarin í miðdeplinum – Kunning

·      Miðbýarætlanin og býarfríðkan – eisini á Kambsdali og á Hellunum

·      Alternativir bústaðir sum skjótast    

Eg eri útbúgvin skrivstovukvinna, anlegsgartnari, jørðbrúksteknolog og ein hálvur blomsturbindari, so sjálvandi eru grøn økir, sálarliga góða ávirkanin av hesum og ikki minnið umráðandi, viðhaldandi røkt av hesum, mín størsti áhugi.

Hetta merkir IKKI, at alt hitt ikki er umráðandi, men á júst hesum økjum havi eg nógvar royndir og kunnleika at bjóða og geva av.

Øll hava rætt at verða hoyrd og skulu virðast fyri teirra støðu og meining.

Eg sigi umskylda, tá eg havi gjørt okkurt skeivt, og hetta kundu nógvir politikara lært av, haldi eg.

Mín frítíð:

Umframt samveru við míni deiligu børn, familju og vinfólk, elski eg at verða í urtagarðinum, dyppa, spæla og hyggja eftir hondbólti ,(Eg var í Berlin) syngja gospel, dansa,  fáast við seyð og ganga í fjøllunum, sjokolátu, lakres og gummibomm.

Eg tími ikki so væl at strúka klæðir, vaska bil, reinsa avløb og greiða fløkjur í tógvi. Men tað skal gerast, og tað geri eg so eisini, tá eg ikki kann sleppa undan.

Hetta er tað, eg kann bjóða tykkum. Allarmest tað, at um tit venda tykkum til mín, so lurti eg og vil royna at gera mítt besta fyri teg/tykkum, har hetta er møguligt.

Annars vil eg vísa til eina supergóða stevnuskrá hjá Lista Á og set endiliga ein kross her.

Gott val.         

 

Marita Zachariassen