Eg eiti Ruth Norðgerð og eri 43 ár. Eg eri gift, og saman eiga vit 3 børn, sum eru 22, 18 og 9 ár. Eg havi valt at bjóða meg fram á býráðsvalinum 12. november, tí eg havi stóran lokalan áhuga.
Eg eri lærari, men havi eisini eina skrivstovuútbúgving innan almenna fyrisiting, og havi arbeitt tilsamans 7 ár á skrivstovuni í Gøtu- og Eysturkommunu.
Eg eri ordiliga stolt av okkara kommunu. Her eru so nógvar góðar søgur, alt frá fiskivinnu til Eivør. Frá fótbólti til tónleik. Frá søgum um svartadeyða til Gøtu Trónd. Vøkur náttúra og gott samanhald.
Eysturkommuna er ein kommuna, sum hevur staðið í stórum vøkstri líka síðani kommunusamanleggingina. Fleiri av kjarnuuppgávunum hava havt avbjóðingar við at fylgja vøkstrinum, og tí eru stórar íløgur fyri framman. Kommunan er enn í tí støðu, at á fleiri økjum verða pengar brúktir, sum best kunnu samanberast við at sløkkja eldar og við einari langtíðarætlan er møguleiki at raðfesta tað mest neyðuga fyrst og so arbeiða fram ímóti at hava framtíðartryggja kommuna nógv ár fram.
Bústaðarmøguleikar: Allar kommunur eiga at hava tøk grundstykkir í øllum bygdum. Somuleiðis skulu vit í samstarv við Almannaverkið byggja bústaðir til okkara borgarar við avbjóðingum. Gleðiligt er, at gongd er komin á íbúðarbyggingina, og tað eigur at halda fram. Eitt røktarheim eigur at hava hægstu raðfesting, so vit kunnu hava røktarheimspláss, eins væl og sambýlispláss. Hetta letur so upp fyri, at sambýlini kunnu hava ymisk tilboð til eldri borgarar.
Skúlin: Verandi skúlabygningar eru ov smáir og ótíðarhóskandi. Kommunan er farin í gongd við at nýtímansgera skúlarnar, og ein størri útbygging er á veg í Leirvík. Hetta arbeiðið má halda fram. Somuleiðis eigur at vera farið undir eina langtíðarætlan at fáa sett á stovn eina framhaldsdeild. Okkara kommuna hevur eitt gott grundarlag fyri at rúma øllum okkara næmingum, og fleiri afturat um tað skuldi verði.
Trivnaður: Kjarnuuppgávurnar hjá einari kommu eru tær sum við lóg eru álagdar kommununi at gera, men um kommunan ikki arbeiðir fyri trivnaði, so gongur tað út yvir góðskuna. Kommunan eigur tí at raðfesta at gera øki liðug, sum gera tað liviligari hjá borgarunum. Somuleiðis skal kommunan arbeiða fyri at skapa karmar og tilboð, sum kveikja undir skapan, vælveru og trygd.
Í kommununi eru somuleiðis nógvir borgarar, sum hava eitt annað móðurmál enn føroyskt. Hesi hava avbjóðingar við at finna upplýsingar, og tað ger tað tí avbjóðandi at luttaka í kjaki og sosialt. At hava eina tænastu, sum tryggjar, at øll hava atgongd til viðkomandi upplýsingar fyri at vera ein virkin borgari er eisini ein av mínum málsetningum.
Vinnan: Flestu bygdir eru kendar fyri tær vinnugreinar, sum hava verið í bygdini. Leirvík hevur verið útróðrabygd, men er nú meira broytt til at vera ein fiskivinnubygd. Gøturnar eru eisini kendar fyri fiskivinnuna. Tíðirnar eru nú so mikið nógv broyttar, at borgarin og vinnan eru blandað saman, sum ikki er til gagns fyri nakran. Her ynski eg, at pengar vera settir av yvir longri tíð, fyri at loysa tær avbjóðingar, sum eru, soleiðis at vinna og borgarar kunnu trívast lið við lið. Hetta kann millum annað gerast við at betra ferðsluviðurskifti, og tryggja vinnuni goymslupláss, vatn og streym.