Uppstillað í Sunda kommunu
Eg eiti Ebba Marianna Joensen, og búgvi í Streymnesi saman við sjeiki og dóttur, sum er 2 ár.
Eg eri 27 ár, útbúgvin stjórnmálafrøðingur og arbeiði sum fulltrúi á Sjóvinnustýrinum. Eg eri uppvaksin við og ættað frá Gjógv.
Eg stilli upp til kommunuvalið í Sunda Kommunu, tí eg haldi, at vit hava brúk fyri broyting.
Verði eg vald, vil eg virka sum umboð fyri borgara í Sunda Kommunu sum heild, og ikki fyri ávísa bygd.
Eg meti, at summir borgarar fáa ov lítið fyri sínar skattapengar, samanborið við onnur, og raðfestast má, soleiðis at kjarnuuppgávurnar hjá kommununi í fyrsta umfari mugu loysast. Ein viðlíkahaldsætlan má gerast fyri vegir, bygningar og meira. Kunnast má um, hvussu viðlíkahald og íløgur verða raðfestar, soleiðis at borgarar í bygdunum vita, nær teirra túrur er.
Vantandi kunning skapar økta misnøgd, og verði eg vald, vil eg arbeiða fyri, at kunningin frá kommununi verður raðfest. Eg fari leypandi at kunna um, tær avgerðir, sum eru ella skulu takast. Verði eg vald, vil eg raðfesta borgarafundir, og eg vil virka tætt at borgarunum, samstundis sum eg vil vera ein sterk rødd fyri borgararnar úteftir, har víst verður á t.d. tørvin á betri ferðslutrygd, men eisini at lýsa mongu jaligu síðurnar í kommununi.
Eg fari at arbeiða fyri, at hava eina góða og trygga kommunu hjá ungum sum eldri at búgva í, óansæð bústað. Kommunan skal vera attraktiv, fyri at borgarar og vinna velja kommununa til, og eg fari at gera mítt fyri at tilflytarar verða bodnir vælkomnir í kommuna, t.d. vid einum vælkomstpakka vid kunning um tær tænastur, kommunan veitir borgaranum, bæði á føroyskum og enskum.
Setir ein krossin við meg, fari eg at føra ein skynsaman kommunupolitik fyri eina samlaða kommunu við atliti til borgaran, gjøgnumskygni, og galdandi lóggávu.