Demokratia búmerki
Jóhanna Vang
Uttanflokkalisti
Umhvørvið
Eldraøkið
Bústaðarmøguleikar
Vinna
Trivnaður
Skúlamál
Frítíðartilboð

Eg eiti Jóhanna Vang, eri 60 ára gomul. Eg eri ættað frá Gjógv og gift við Jens Kristian Vang. Saman hava vit trý vaksin børn – Karstin, Oddvør og Jóhan Kára.

Eg flutti til Kvívíkar í 1988, og havi eg frá fyrsta degi trivist væl sum borgari í Kvívík. Eg eri útbúgvin innan skrivstovuyrki, eg arbeiði hjá Grannskoðanarvirkinum Numo.

Míni hjartamál eru:

At menna kommununa til eitt gott stað at búgva hjá ungum og barnafamiljum, og góðum  møguleikum hjá eldri at eldast. Trivnaður skapar vælferð í kommununi.

Arbeiði og tilboð, sum eru í gongd, og hildið verður fram við:

- Ókeypis barnaansing

- Ókeypis svimjing

- Kloakkin

- Grøn kommuna

- Savningarstøð og fríðkan í ymisku bygdunum

- Vinnuøkið í Kollafjarðadali

- Eldraøkið

Eisini eru týdningarmikil arbeiði fyri framman, sum eiga at verða sett á skrá:

- Trivnaðarkanningin - hvussu fáa vit fólkini í kommununi at trívast?

- Marghøll

- Skúlin - dagføringar, umvælingar ella útbygging

- Høli til ymisk frítíðarvirksemi

- Fjølbroyttar bústaðarmøguleikar - ung, eldri, støk o.s.fr.

- Dagføra vegakervið - hetta verður gjørt stigvíst í sambandi við kloakkgerð

- Ferðslutrygd

Jóhanna Vang