Navn : Malena F. Sivertsen
Kommuna : Hvannasunds Kommuna
Borgarligt starv : Stýrimaður
Politisk álitsstørv og tíðarskeið í politikki :
Forkvina í Hvannasunds Havn – fyrsta seta í kommunupolitikki
Hevur sitið í bygdaráðnum, og metir at tað er gott at hava ávirkan á nærumhvørvið og menna og skapa góðar karmar í kommununi.
Míni hjartamál í kommunupolitikki eru at skapa góðar karmar fyri øll, sum búgva í bygdunum. Eri fegin um viðlíkahald og uppstigan í Hvannasunds havn, at brandpostar eru komnir upp í bygdini og at nýggj spennandi útstykking er gjørd. Umráðandi er at fylgja við tíðini og tillaga virksemi, so tað framvegis er møguligt at búgva og arbeiða her
Eg ætli mær at arbeiða víðari við, at bústaðarmøguleikarin vera betri og meira fjølbroyttir .
Betra um umstøðurnar við drekkivatni, gera eina vatngoymslu til rávatn
Framhaldandi viðlíkahalda havnina
Nú tá ið nýggja tunnlarnir læta upp, bøta um busssambandið
Vit eru heldig at hava góðan skúla og barnagarð. Kommunan skal framhaldandi vera við til at skapa góðar karmar, so umhvørvið og tað fakliga støði verður gott
Fríðkan av bygdunum. Bæði Kommunan og borgarar kunnu vera við til at fríðka um
Tann bleyta ferðslan skal ráðfestast betur.
Trivnað fyri bygdafólki
Bygdaráðslimir hava ábyrgd at umsita skattakrónurnar so skynsamt sum møguligt. Men tað er umráðandi. at vit hava framgongd og duga at síggja nýggjar møguleikar