Demokratia búmerki
Joan Heinesen
Javnaðarflokkurin
Mentan
Ferðsla
Gongu- og súkklubreytir
Frítíðartilboð
Umsorganarøkið

Eg eiti Joan Heinesen, eri 45 ára gomul, fødd og uppvaksin í Klaksvík. Eg búgvi í hjartanum í Klaksvík saman við 15 ára gamla soni mínum Símuni. Vit bæði trívast sera væl í Klaksvík.


Eg eri útbúgvin námsfrøðingur og arbeiði á verkstaðnum á Brekku og virkishúsinum Birta, sum er starvsstaður og dagtilboð fyri vaksin fólk við menningartarni.


Eg stilli upp til kommunuvalið 2024, tí eg vil gera mítt til, at vit áhaldandi arbeiða miðvíst við øllum tí góða, ið verður skapt fólkinum at frama. Eg eri eisini klár til at bøta um nøkur viðurskifti, sum eru alneyðug og mugu og skulu fáast í rættlag - ongantíð ov skjótt.  


Umsorgarnarøki eigur altíð at hava fremstu raðfesting í eini kommunu.
Eitt ríkt frítíðar- og mentanarlív er alt avgerandi fyri trivnaðin í kommununi, tí skulu vit altíð leggja okkum eftir at menna hesi øki.
Ferðslan má skipast betur og kanska øðrvísi.
Gonguteigar og atkomumøguleikar skulu gerast, og býurin skal ruddast og fríðkast.

Joan Heinesen