SKYNSEMI – TRIVNAÐUR – VØKSTUR
Eg bjóði meg fram sum valevni til býráðsvalið 12. november 2024.
Havi stóran áhuga í øllum samfelagsviðurskiftum og øllum kommunalum viðurskiftum
Havi royndir, sum eg ynski at gagnnýta til frama fyri kommununa
Ynski at viðvirka til menning av kommununi á øllum økjum
Ynski at virka fyri, at tað verður røtt og skipað viðgerð fyri allar borgarar í Runavíkar kommunu
Førleikar
Handilsfakliga útbúgving
Heilsufakliga útbúgving
Master í Heilsuvísund, MHH
Arbeiðspláss
Heilsustýrið
Nøkur av mínum politisku hjartamálum
Góðar umstøður fyri vinnuna
Skynsaman fíggjarpolitikk, so trivnaður og vøkstur verður á øllum økjum
Góðar umstøður fyri dagstovnaøkið. Arbeitt verður við eini ætlan fram til 2035
Spjaldrið – 0 – 18 ár
Frítíðar- og mentanartilboð til ung sum eldri í Runavíkar kommunu
Hugtakið ABC hevur stóran týdning – VER VIRKIN – VER SAMAN – VER HUGBUNDIN
Arbeitt verður við eini ætlan at útbyggja skúlan, har Musikskúli og Frítíðarskúli eru ein partur av hesi ætlan
Tað skal verða møguligt at ogna sær eigaraíbúðir, leiguíbúðir, lutaíbúðir og vardar íbúðir
Tað skulu altíð verða tøk grundstykkir í Runavíkar kommunu
Ferðslutrygdin og viðlíkahald av vegum og kloakkum má raðfestast høgt komandi 4 árini
Reina umhvørvið skal eyðkenna Runavíkar kommunu. Tann grøna kommunan skal hugsast inn í vegir, gøtur, torg og bygningar
Fáa gongd á savn og verkstað fyri samtíðarlist
Fáa lagt fiburnet til hvørt húski í Runavíkar kommunu
Góðan rakstur av nýggju svimjihøllini
Endamál og ynski mítt er, at Runavíkar kommuna skal tryggja øllum borgarum tær vælferðartænastur, sum álagdar eru kommununi at byggja upp og røkja og føra ein virðispolitikk, sum gevur høga livsdygd fyri allar borgarar í Runavíkar kommunu.