Uppstillað í Tórshavnar kommunu
Eg eiti Edith Dahl Jakobsen, eri musikkskúlalærari í Tórshavnar musikkskúla og stilli upp fyri fyrstu ferð til býráðsvalið. Tað geri eg, tí eg haldi, at vit hava ovurstórar avbjóðingar í kommununi, sum vit mugu loysa:
- Bústaðartørvurin er akuttur. Tey bústaðaramboð, kommunan hevur, skulu gagnnýtast til fulnar – serliga til at byggja nógv fleiri eldrabústaðir, lutaíbúðir og lestraríbúðir.
- Tað er alt ov stórt trýst á dagstovnaøkinum, og námsfrøðingar hava alt ov leingi tosað fyri deyvum oyrum á vaglinum. Hetta má loysast nú! Barnagarðar og vøggustovur skulu vera góð arbeiðspláss.
- Alt færri ung venda heim aftur eftir loknan lestur. Tí má kommunan vera ein viðspælari til at menna eitt kampus-øki í Havn umframt at styrkja verandi mentanar- og tónleikatilboð.
Tað er avgerandi fyri meg, at allir borgarar í kommununi trívast uttan mun til, hvørji tey eru, hvar tey búgva, hvaðani tey koma, hvat tey fáast við, og hvussu ung ella gomul tey eru. Eitt tað mest umráðandi er at vísa virðing fyri borgaranum, at lurta og samstarva.
Hvør dagur í musikkskúlanum minnir meg á týdningin av at lyfta í felag, og framgongdin hjá okkara næmingum ber ikki til uttan tað samanhald, sum krevst fyri at útinna nakað. Eftir 10 ár í útlondum fluttu eg heim í 2017. Heimafturkomin merkti eg ta stóru framgongd, ið hevur verið í mínum heimbýi. Men eg helt eisini, at klandur fylti ov nógv, og at býráðsarbeiðið í alt for stóran mun snúði seg um partapolitiskar markeringar. Í kappingini um okkara ungu, hava vit ikki ráð at klandrast. Og skulu vit styrkja dagstovnaøkið, eru vit noydd at standa saman.
Tí bjóði eg meg fram fyri Kommunulistan, har góðar kreftir eru savnaðar fyri einum semjusøkjandi og arbeiðsførum býráði