Demokratia búmerki
Magna Eliana Mørkøre
Uttanflokkalisti
Eldraøkið
Børn og ung

Eg stilli upp til kommunuvalið 2024, tí eg havi eitt brennandi ynski um at gera mun – at verða við til at tryggja eina góða og trygga framtíð fyri okkara børn, ung og eldri her í kommununi. Tey eldru, sum hava givið so nógv til samfelagið, og børnini, sum skulu bera okkara samfelag inn í framtíðina.
Eitt sindur um meg sjálva. Eg eri 38 ára gomul, gift og eigi fýra børn. Eg eri útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og havi eina master í heilsuvísindi. Dagliga arbeiði eg sum dygdarmennari hjá VEKS. 
Mínar barnaskógvar havi eg slitið í heimbygdini, Eiði. Sum 19 ára gomul leitaði eg mær uttanlands at nema mær útbúgving, arbeiðsroyndir og lívsroyndir. 11 ár seinni, í 2016, fluttu vit heim aftur til Eiðis, hetta hevur verið ein sera góð avgerð fyri okkum øll. Eg eri so góð við mína heimbygd og eri errin av tí góða arbeiði, sum núverandi og undanfarnu bygdaráð hava gjørt. Men vit mugu ikki steðga her – tað góða arbeiðið skal halda fram og menningin fyri bæði børn og eldri má framhaldandi vera í fokus.
Sum sjúkrarøktarfrøðingur havi eg dagliga innlit í avbjóðingarnar hjá teimum eldru og veit, hvussu týdningarmikið tað er við góðum heilsutænastum og virðiligum umstøðum til eldri borgarar. Somuleiðis veit eg, hvussu týdningarmikið tað er, at okkara børn fáa ein góðan og tryggan uppvøkstur í einum umhvørvi, sum stuðlar teirra trivnaði og menning. Núverandi bygdaráð hevur eina ætla at gera ein bygning beint við Hólman, har barnagarður, sambýlið og fótbóltsvøllur liggja í dag. Bygningurin skal m.a. rúma einum frítíðarskúla, ungdómshúsið og tilhaldi til eldri. Eisini hevur verið tosað um, at gera fleiri bústaðarmøguleikar, m.a. eldriíbúðir. Hesum verkætlanum stuðli eg 100% og ætli eg at arbeiða víðari við, um eg veri vald inn í bygdaráðið tann 12. november 2024. 
Eg stilli upp til kommunuvalið 2024, tí eg trúgvi, at mítt íkast kann hava stóra ávirkan á, at vit halda áfram við tí góða arbeiðinum og styrkja karmarnar fyri bæði børn, ung og eldri í okkara kommunu. Saman við lista B, hava vit ein sterkan lista við umboðan fyri allar borgarar í Eiðis kommunu. 

Magna Eliana Mørkøre