Uppstillað í Tvøroyrar kommunu
Eg eiti Silja Rólantsdóttir Sørensen og eri 27 ár. Eg eri gift og eigi ein son uppá 1 ár. Eg eri námsfrøðingur og arbeiði á Føroya Eftirskúla.
Í hesum valskeiðnum vil eg umboða mítt ættarlið, sum er ein mangulvøra í Suðuroy. Tað skal vera kveikjandi at koma aftur til Suðuroy og Tvøroyri. Her er so nógv gott og fantastiskt fólk og møguleikar til alskyns virksemi. Eitt av mínum hjartamálum er at fáa lív í Pubbina aftur. Pubbin hevur verið eitt gott savningsstað fyri gomul og ung og
Tað er spennandi at fáa møguleika at vera við til at skapa nýggjar vinnumøguleikar sum kunnu lata fleiri hurðar upp fyri fleiri fólkum. At arbeiða við nýhugsanum. Vit liva í eini alsamt meira talgildari verð, og her á Tvøroyri er møguleiki fyri at menna fjararbeiðiscenter, har fólk kunnu arbeiða hjá altjóða fyritøkum, uttan at flyta til stórbýir. Við góðari internetferð og innfrøðing (digital infrastructure) kundi Tvøroyri verið eitt stað, har fólk við ymsum bakgrundum kunnu arbeiða fjarfrá, sum teldufrøðingar, KT-menningarfólk, ella marknaðarfólk. Hetta hevði gagnað kommununi væl tá ein hugsar um demografisku avbjóðingina hjá Suðuroynni, at vit eru avskerd frá miðstaðarøkinum og mugu nýhugsa, hvussu vit kunnu útvega fleiri arbeiðsplássir á staðnum.
Eisini ætli eg at arbeiða fyri at fáa gongd í nýggjan fólkaskúla og ellisheim, bæði eru stórar íløgur sum krevja at kommunan hevur ein skynsaman fíggjarpolitikk og leggur pening til síðis til at fíggja stóru verkætlanirnar.
Hetta er tað sum eg í høvuðsheitum ætli at arbeiða fyri komandi valskeið.