Demokratia búmerki
Annika Maisonsdóttir Mellemgaard
Tjóðveldi
Mentan
Vinna
Integratión
Burðardygd

Klaksvík er ein deiligur býur við virknum borgarnum bæði í arbeiði og frítíð.  Eg vil fegin saman við borgarunum vera við til at slóða fyri og arbeiða soleiðis, at vit fáa ein vøkstur í samband við mentan, vinnu, tilflyting og eisini tað burðardygga umhugsni.

Nógv eru hjartamálini - og velji eg at hugsavna meg um trivna. Um vit trívast, kunnu vit nógv saman, aftur og aftur hava vit í kommunu okkara víst umheiminum, at vit kunnu meir enn tey flestu. Við einum ríkum vinnulívi, ítróttarlívi og nú blómandi mentanarlívi, kunnu vit stolt vísa Klaksvíkina fram. Hesum góða ráki eiga vit at halda áfram við, vit skulu hava fleiri arbeiðspláss, fleiri búðstaðir, betri ferðslu viðurskifti og ein savnandi miðbý, ið er virkin og fyri allar borgarar.

Okkum manglar at leggja ætlanir, ið røkka og eisini gagna næsta ættarliðnum. Tað verið seg skynsamt brúk av skattapengum og haldførar loysnir til allar borgarar.

Eg hevði verðið takksom fyri tína stemmu, ið hjálpir bæði tær og mær at gera Klaksvík til en rúmandi og fjølbroyttan bý at liva í.

Annika Maisonsdóttir Mellemgaard