Demokratia búmerki
Súsanna Olsen
Framsókn
Eldraøkið
Javnstøða
Dagstovnaøkið

Politisk álítisstørv og tíðarskeið í politikki: Eri partur av minnilutanum í Tórshavnar Býráð og varafólk fyri Ruth Vang, úr Framsókn, síðan seinasta løgtingsval í desember 2022.

Hvat er tað besta við at vera í kommunustýrinum? At ein fær ávirkan á stórar avgerðir, ið verða tiknar vegna vælferðina hjá borgaranum í landsins fólkaríkastu, føroysku kommunu. Ein hevur ítøkiliga ávirkan á politikk í nærdemokratiska kommunusamstarvinum, millum fólkavalda meir- og minnilutan, sum í Tórshavnar kommunu eru 13 í tali.

Í landspolitikki eru politisku gongdirnar meiri yvirskipaðar og langdrignar, enn í kommunalpolitikki, er mín fatan.

Á hvørjum økjum følir tú, at tú fært gjørt mun? Innan kjarnuvælferðina, sum er tann, ið er tættast upp á einstaka borgaran “frá vøggu í grøv”. T.d haldi eg arbeiði í teimum nevndunum, eg havi sitið í hesu setuni, er áhugavert og mest týdningarmikið – hetta eru ávikavist Mentamálanevndin, Byggi- og Býarskipana nevndin og Tekniska nevnd. Hesar nevndir eru við til at taka avgerðir, sum hava ítøkiliga ávirkan á borgaran hvønn einasta dag.

Hvørji eru tíni hjartamál í kommunupolitikki? Øll kjarnuvælferðin, so ella so – men skal eg raðfesta, so serliga liggur dagstovna – og eldraøkið mær nærmast.

Hví valdi tú at stilla upp fyrstu ferð? Fyri at fáa ávirkan (í staðin fyri at “havast at” á FB t.d. um alt, sum ikki riggar) Eg metti tá, og geri framvegis, at eg við mínum lívs- og arbeiðsroyndum og fakliga førningi kann gera mun. Mítt lívsmotto er at “Eingin dugir alt, men øll duga okkurt” – gott samstarv í einum kommunustýri er altavgerandi.

Hvat mál ert tú serliga glað um at hava rokkið? At matarskipan til dagstovnar er sett á skrá, og hevur verið umrøtt í Býráðnum á tveimum fundum, og arbeitt verður við at kanna, hvussu matarskipan til øll dagstovnabørn í Tórshavnar kommunu, á besta og skynsamasta hátt kann lata seg gera.

Eg stilli upp fyri Framsókn og vil serliga arbeiða við matarskipan á dagstovnaøkinum, har eitt fólk burturav, tekur sær av, at børn fáa góðan og sunnan mat, ímeðan tey eru í barnagarði. Hetta skal skipast sum “ein avloysari til matpakkan”. Børn hava stóra gleði av, at sita til borðs, og eta frískan og fjølbroyttan kost saman við øðrum – hetta er ikki bara eitt trivnaðarátak, men sanniliga eisini eitt menningar- og dannilsisátak.

Hví skal man stilla upp til kommunuval? Fyri at gerast ein aktivur limur í okkara nærdemokratii - ikki sikkurt, at ein sleppur inn beinanvegin, men so hevur tú gjørt eina roynd. Serliga umráðandi at fáa fleiri kvinnur við í kommunalpolitikkin – vit eru helvtin av borgarafjøldini og tí skal vera javnstøða, hvat kommunustýrisumboðum viðvíkur eisini.

Súsanna Olsen
Starv
Vísindastarvsfólk og útbúgvingarleiðari á Søgu- og samfelagsdeildini