Demokratia búmerki
Elsebeth Klode Tausen
Borgaralistin
Bústaðarmøguleikar
Mentan
Dagstovnaøkið
Ferðsla
Skúlamál
Frítíðartilboð

Hey – eg eiti Elsebeth Klode Tausen, eri 37 ára gomul og stilli upp fyri Sørvágs kommunu.

Eg eri gift við Martin og vit eiga 3 børn, ið eru 9, 6 og 1 ára gomul.

Eg eri námsfrøðingur og starvist hjá Almannaverkinum.

Eisini eri eg bygdaráðslimur í Sørvágs kommunu og havi verið tað í 8 ár. Mær hevur dámt serstakliga væl bygdaráðsarbeiðið, og hava vit eisini fingið sera nógv burturúr hesi 8 árini. Upprunaliga stillaði eg upp, tí eg føldi, at tað manglaði sera nógv á tí trivnaðarliga økinum í kommununi. Síðani tá er, sum sagt, nógv hent, men enn manglar nógv.

Eg stilli tí upp aftur fyri at arbeiða víðari við tí, eg meti, manglar – nevniliga fleiri bústaðarmøguleikar, betri ferðsluviðurskiftir og fleiri tilboð til ung sum eldri.

Neyðugt er at fáa fólk at flyta til okkara kommunu - tað kann m.a gerast við at betra um okkara karmar, góð ansingar / skúlatilboð, tøk grundstykkir og eitt blómandi frítíðar og mentunarlív

Elsebeth Klode Tausen