Demokratia búmerki
Randi Waag Jacobsen
Javnaðarflokkurin
Sálarheilsa
Familjan
Sosialmál

Uppstillað í Klaksvíkar kommunu

 

 

Eg havi fingið eina umbøn frá Norðoya Javnaðarfelag um at stilla upp til býráðsvalið hesaferð.
Eg havi hugsað meg væl um og havi valt at takka ja takk.
Havi í fleiri ár roynt í stillum at sett meg í, hvussu barnafamiljur og illa stillað hava klára seg. Serliga nú, tá tíðirnar eru sera ringar, og nógvar familjur eru illa fyri.
Jólahjálpin i desembur var heilt framúr stór, tí so nógv vildu hjálpa til. Tað vísti, at saman kunnu vit gera eitt stórt arbeiði.
Við mínum útbúgvingum sum heilsurøktari og sum námsfrøðingur, havi eg arbeitt nógv innan fyri børn við serligum, og menningarligum tørvi. Havi arbeitt við psykiskum og fysiskum menningartarnaðum í nógv ár. Eisini innan tann psykiska depilin í Esbjerg.
Tey síðstu árini, havi eg nomið mær útbúgving sum kognitivur sálarligurheilsurágevi hjá Sp/LOYSN.
Har havi eg styrkt mín førleika í at hjálpa fólki við at handfara strongd og føra motiverandi og loysnfokseraðar samøður við vaksin, børn og ung.
Eg siggi fram til at vera eitt sjónligt og nýskapandi valevni fyri Javnaðarflokkin. Eg vil arbeiða fyri, at Tú sum veljari, verður hoyrdur og ikki bíðar eftur úrslitum, sum verða lovað, men ikki síggja dagsins ljós.
Síggi fram til at møta tykkum og hoyra frá tykkum í næstu framtíð.
 

Randi Waag Jacobsen