Uppstillað í Vágs kommunu
Eg eri 55 ár, eri útbúgvin heilsuhjálpari við yvir 24 ára starvsroyndum. Eg havi fyri tað mesta havt gleði av at starvast á Eldrasambýlinum í Vági. Havi verið álitisfólk fyri Eldrasambýlið og útiøkið í syðru helvt. Síðan apríl 2023 havi eg sitið sum nevndarlimur í Heilsuhjálparafelag Føroya
Eg eri uppvaksin í Lopra, havi búð nøkur tíðarskeið í Reykjavík og Aalborg. Í 2003 keypti eg saman við manninum, Birgir, hús í Vági. Vit hava nú búð í Vági í 21 ár, og her hava vit trivist væl!
Saman við manninum havi eg eina deiliga familju, 4 vaksin børn og 3 fitt ommu- og abbabørn (bleiv ímorgun vælsignað vid triðja ommubarninum)
Ítróttur hevur altíð verið ein stórur partur í familjuni Maður mín var og er ein evnaríkur fótbólsleikari, og siðvenjan við at vera virkin hevur hildið fram, um tað er sonurin Stefán ella dótturin Una sum hava íðka kappróður, Aleksandra spælt hondbólt og Angela, sum spælir hondbólt, so lokali ítrótturin í Vági liggur mínum hjarta nær
Politikkur og hvussu samfelagið verður stýrt hevur altíð havt mín áhuga. Heima hjá okkum hava vit altíð kjakast um ymisk evni innan heims- lands- og býráðpolitikk. Serliga er tað býráðspolitikkur, ið fyllir mest hjá mær, tí tað beinleiðis hevur stóra ávirkan á tað, ið eg brenni fyri – Eldraøkið!
Fríðtíðina brúki eg saman við familjuni, vitji foreldrini, lesi og gangi langar túrar við hundinum.
Hví eg velji at stilla upp!
Tað er gott at búgva í Vági, og brenni eg fyri at gera tað enn betur fyri øll ættarlið at búgva her! Frá mínum starvsroyndum, har eg havi starvast við eldri, veit eg, hvørjar avbjóðingar standa fyri framman. Eg trúgvi uppá, at vit kunnu gera stórar broytingar, um vit lurta eftir hvørjum øðrum og arbeiða jaliga saman, sum kemur øllum ættarliðum í Vágsbygd til góðar!