Uppstillað í Klaksvíka kommunu
Eg eri 35 ár og búgvi á Húsum saman við Hans Arthuri Leivsgarði, og vit eiga 4 børn.
Eg starvist sum fiskarøktari á Bakkafrost og eri eisini óðalsbóndi við 100 áseyðum.
Eg føli ofta, at vit uttan fyri Klaksvíkina verða ikki hoyrd ella ikki raðfest í nóg stóran mun, og hetta vil eg broyta. Eg vil virka fyri alla kommununa, men serliga útjaðaran, so at vit eisini verða hoyrd og ikki gloymd, og ikki minst at vit fáa eina sterka rødd, ið talar okkara søk.