Eg eiti Hedvig Waagstein, eri 48 ára gomul og eigi 4 synir í aldrinum 13 til 25 ár. Eg eri útbúgvin námsfrøðingur og starvist sum varaleiðari í Drotning Margrethu barnagarði.
Tað er gott at búgva í Klaksvík. Klaksvíkin er mær kær. Eg havi búð í Klaksvík alt mítt lív og vil fegin gera mítt til at menna og betra um býin og kommununa. Eg eri partur av fleiri góðum felagsskapum í Klaksvík, og er hetta nakað, vit klaksvíksingar duga sera væl. Vit standa saman, vit eru fjølbroytt og hava eina breiða viftu av felagsskapum í býnum. Hetta er við til, at vit trívast so væl her. Vit hava eina kommunu, sum virðismetir dagstovnsøkið høgt. Vit hava góðar karmar til flest allan ítrótt í býnum, ein nýggjan flottan skúla, og eitt spildurnýtt mentanarhús fyri at nevna nøkur dømi, og er hetta nakað, vit eru ótrúliga stolt av. Tó so, so eru tað økir og bólkar, sum meir ella minni eru forsømdir.
Eldraøkið
Eldraøkið, ið ikki tykist at hava nakran góðan í býráðnum, má ráðfestast. Hetta er eitt øki, har tørvurin veksur, tí málbólkurin vekstur. Eitt øki, sum vit kunnu og skulu betra um her og nú. Vit kunnu lætt gera smá inntriv í gerandisdagin fyri at tryggja og betra um lívsgóðskuna hjá okkara eldru, førleikamenning av starvsfólkum og er tað eisini neyðugt, at vit leggja eina langtíðarætlan fyri eldraøkið, sum skjótast. Har t.d. ein eldradepil við tí, sum har tilhoyrir, verður ráðfestur.
Klaksvíkar Fimleikafelag
Klaksvíkar Fimleikafelag eigur tørn nú og ongantíð ov skjótt. Er tað nakað, sum vit í Klaksvík mangla, so er tað ein nýggj fimleikahøll, og eigur hon at verða raðfest í kommunuætlanini. Tað er ikki nøktandi fyri ein bý, sum er so væl fyri á flestu økjum innan ítrótt, at okkara børn og ungdómur noyðist úr býnum fyri at gera fimleik á einum høgum støði.
Hetta er m.a. tvey av mínum hjartamálum, sum eg ætli at arbeiða fyri, um eg verið vald.
Eisini eru onnur mál, sum liggja hjartanum nær. Tað er:
- Frítíðarkortið: Frítíðarkortið, ið hevur verið tosað um, skuldi langt síðani verið komið. Eitt kort, sum gevur øllum børnum og ungum møguleikan, at luttaka í ítrótti saman við sínum vinfólkum, óansæð fíggjarstøðuna hjá foreldrunum.
- Ungdómshúsið: Húsið, sum hýsir okkara ungu og er við til at menna okkara skapandi ungdóm má raðfestast. Tað tykist sum, at býráðið ferð eftir ferð niðurraðfestir hetta øki. Tey ungu eru okkara framtíð, vit mugu geva teimum bestu karmar til at trívast, mennast og gerast sjálvstøðug. Ungdómshúsið er eitt týdningarmikið lið í menningini hjá okkara ungu.
- Bústaðir til øll, ung sum eldri. Fyri at økja um fólkavøksturin í Klaksvíkar Kommunu er neyðugt, at øll; ung, lesandi, einlig, eldri og familjur hava ráð til ein bústað í Klaksvík. Hetta má raðfestast.
- Ung í arbeiði, sum er spart burtur, eigur sjálvandi at gerast eitt tilboð aftur