Demokratia búmerki
Barbara Djurhuus
Javnaðarflokkurin
Umhvørvið
Eldraøkið
Børn og ung
Burðardygd

Hey, eg eiti Barbara Djurhuus, og eg ynski at arbeiða fyri, at øll børn og ung fáa bestu fortreytir til eitt gott og mennandi lív í Tórshavnar Kommunu. Samstundis er tað alneyðugt at arbeiða fyri okkara eldru borgarar, so tey kunnu liva eitt trygt og virðiligt lív við góðum tænastum og møguleikum.
Harumframt vil eg arbeiða fyri einum grønari politikki, sum tryggjar eina bjartari framtíð fyri komandi ættarlið. Vit mugu veruliga taka ábyrgd og ganga á odda í umhvørvisvernd, so okkara náttúra, ið er ein týdningarmikil partur av okkara samleika, kann varðveitast.
Við tínum stuðli kunnu vit saman skapa ein felagskap, har øll - ung sum gomul - kunnu liva og trívast í eini grønari og livandi Tórshavnar Kommunu.
Stuðla mær, Barbaru Djurhuus, og lat okkum saman leggja leiðina fyri eina burðardygga og virðiliga framtíð!
 

Barbara Djurhuus