Uppstillað í Tórshavnar kommunu
Tær grønu perlurnar í kommununi skulu verjast, viðlíkahaldast og mennast!
At verja umhvørvið og at vera góð við náttúruna hevur ikki bara týdning í dag men í nógv ár fram, og er tað tí av stórum týdningi, at kommunan og vit, sum her búgva gera okkara fyri at verja og menna tey grønu økini í kommununi og verja umhvørvið sum heild.
Eg vil verða við til at skapa nýggj grøn fríøki og menna tey, ið longu eru: At útvega nýggj fríøki, har fólk kunnu njóta náttúruna, er ein góð íløga í framtíðina og kommunan ger tá nakað munagott fyri trivnaðin hjá borgarum í allari kommununi og ikki bara í Havn.
Sum dømi kann eg nevna at fríøki longu eru á Argjum, m.a. á einum øki millum Reynsgøtu og Reynstún. Men at síggja hetta øki í dag er syrgiligt, tí tað stendur bara í órøkt. Hetta kundi verið ein innbjóðandi og mennandi grasagarður - tí har er øllum førum nokk av grasi! Lendið er har, lokkandi áin til børnini at spæla í er har umframt at ymiskt, ið veksur, er har og skapar lívd.
Eg vil gera mítt fyri, at hetta økið kann gerast til eina grøna perlu á Argjum!
Umframt at økja um grøn øki í kommununi, eiga vit at menna tey øki, sum vit longu hava. Tað kann t.d. gerast við at útbyggja tey við grilløkjum og shelters, ið verður nógv brúkt á náttúruøkjum t.d. í Danmark. Somuleiðis kundi kommunan gjørt almen vesi, t.d. úti í Havnadali, har størsta viðarlundaøki í Føroyum er.