Demokratia búmerki
Steintóra Nesá
Uttanflokkalisti
Eldraøkið

Mítt navn er Steintóra Nesá, og eg stilli upp til kommunuvalið 2024 í Fuglafjarðar Kommunu á Lista F.

 


Lyklaorð, sum haldgóðar loysnir og fíggjarligt skynsemi,  eru ein sjálvfylgja.

 


Tað, sum eg brenni fyri, er eldraøkið. Í 2025 eru 10 ár síðan, at kommunan yvirtók eldraøkið. Og sum eitt av fyrstu sambýlinum í Føroyum fingu vit Vesturstovu í 90´unum.

 


Nógv er broytt hesi árini, og eisini er nógv at gleðast um. Borgarar, ið gerast 67 ár, blíva fleiri og fleiri í tali, harafturat vísa hagtølini, at vit gerast eldri. Somuleiðis er familju- og bústaðarmynstrið broytt í sama tíðarskeiði. Tað liggja stórar uppgávur fyri framman á eldraøkinum.

 


Í staðin fyri lappaloysnir eigur eldraøkið at endurskoðast og nýggj ætlan at setast út í kortið. 

Steintóra Nesá