Demokratia búmerki
Sigrid Jensdóttir Dalsgaard
Uttanflokkalisti
Eldraøkið
Býti millum land og kommunur

Stóra kommunukanningin vísur á, at ónøgdsemi er við eldraøkið. Eldraøkið var partur av Nærverkinum / Almannaverkinum og varð flutt til kommunurnar í 2015.

Eg bjóði meg fram at sita í Runavíkar býráð kommandi fýra árini, m.a. fyri at tryggja, at Roðin ikki endar undir Almannaverkinum.

Hví verður sett ivamál við kommunalu heilsutænasturnar ?

Roðin er vælvirkandi og vælrikið. Starvsfólk sum hava arbeitt í Nærverkinum vita, at kommunalu heilsutænasturnar eru nógv betri skipaðar. Leiðslan skipar fyri at menna og lyfta starvsfólkahópin í felag til nógvu og fjølbroyttu uppgávurnar, sum bjóðast í okkara nærumhvørvi. Endurvenjing, demenssamskipan og fimleikur í Bylgjuni eru fyribyrgjandi átøk, sum gera at lívsgóðskan framhaldandi er góð, og at fólk eru sjálvbjargin sum longst í egnum heimi – sum er har, flest okkara ynskja at vera.

Tá Sólvit E. Nólsø, løgtingsmaður, skrivar á sínum fb-vanga, at ”…Allar hesar milliónirnar verða fluttar til kommunurnar at brúka uppá eldraøkið, sum vanlukkuliga illa var lagt út til kommunurnar í 2015…”, hevur hann ongar grundgevingar fyri, hvat tað er, sum er vanlukkuligt. Onnur løgtings- og landsstýrisfólk hava tikið undir við slíkum úttalilsum, men síggi ikki, at tey megna fyrimyndarliga væl sín egna geira, Almannaverkið. 

Leiklutur hjá landinum – útbúgving og fígging

Løgtings- og landsstýrisfólk hava ábyrgd av at tryggja útbúgviðfólk til kommunala geiran, men hetta megna tey ikki væl. Heilsuskúlin skal heldur ongar næmingar hava, enn at hava eina deild norðanfyri. Hvat er endamálið við einum skúla, sum ongar næmingar hevur ?.

Kommunurnar hava, í hesi neyðstøðu, tikið stig til at fáa danskar og norskar útbúgvingarstovnar til Føroyar. Kommunurnar átaka sær tá uppgávuna at útbúgva fólk. Ein uppgáva, sum landið eigur, og tekur skatt fyri at fremja.

Løgtings- og landsstýrisfólk hava ábyrgd og áseta fígging til eldraøkið. Hetta er gjørt við at inntøkur frá forskatting av pension, DIS og FAS, fer til kommunurnar. Tað er eingin samanhangur millum útreiðslurnar av eldraøkinum og hesum inntøkunum, annað enn at lutfallið er øvugt. Tað gerast fleiri borgarar, sum skulu hava tænastur og inntøkurnar at veita hesar tænastur minka. 

Kommunurnar fáa sínar uppgávur við lóg frá landinum: dagstovnar, kloakkir, reint vatn, vegir, skúlabygging osfr. osfr.

Kommunukassin gerst soltnari

Tá landspolitikarar ikki tryggja kommununum meir fígging at reka eldraøkið, so noyðast kommunurnar at minka um tænastur aðra staðni. Harvið eru færri pengar til rakstur og íløgur at menna og reka kommununa. Færri pengar til dagstovnar, kloakkir, reint vatn, vegir, skúlabygging osfr. osfr.

Okkara borgarstjóri, Tórbjørn Jacobsen, hevur mangan varpað ljós á hetta, eisini sum formaður í kommunufelagnum vegna allar landsins kommunur. 

Vit sum bjóða okkum fram til at sita í Runavíkar býráð, skulu vera klár til at geva landspolitikarum mótspæl, soleiðis at tey ikki fremja vanlukkuligar broytingar, so sum at flyta eldraøkið aftur undir landið – og heldur hugsavna seg um sínar uppgávur – tryggja fígging og útbúgvið fólk til kommunala geiran.

Sigrid Jensdóttir Dalsgaard