Demokratia búmerki
Jórun Eið Johannesen
Uttanflokkalisti
Eldraøkið
Børn og ung
Bygda- og býarplanlegging
Fíggjarviðurskifti

Eg eri Jórun Eið Johannesen og stilli upp á lista F til kommunuvalið í Fuglafirði 12. nov. 

Barna- og ungdómsárini búði eg í Nesi í Hvalba. Eftir lokna læraraútbúgving flutti eg við manninum til Hellurnar, her eg havi trivist sera væl í yvir 40 ár. 

Umframt lærarastarvið havi eg altíð arbeitt á óløntum frítíðar- og hjálparøkjum.

Áhugin í kommunalpolitikki liggur m.a. í 

at betra um livikorini hjá teim eldru og teim óhjálpnu, heima og á stovni
at hvørki børn ella ung detta niður ímillum; men fáa bestu sømdir og umstøður
at fríðka um í almenna rúminum og gera illa frágingin verk liðug
at gera almennn wc
og at hava ein sunnan kommunukassa, so at eisini kommunan setir tering eftir nering.

Jórun Eið Johannesen