EIN BETRI KOMMUNA - FYRI BORGARAN OG VINNULÍVIÐ
Eftir áheitanir og drúgva umhugsanartíð havi eg tikið avgerð um at stilla upp til kommunuvalið í Klaksvíkar Kommunu umboðandi Fólkaflokkin.
Eg stilli upp, tí eg haldi meg umboða nøkur sjónarmið, sum kunnu gerast eitt frískligt lot fyri býráðsarbeiðið.
Men hvør eri eg?
Eg eri fødd í 1988 - árið, har kommunan á fyrsta sinni kom upp á 5.000 borgarar.
Eri tískil 36 ára gomul og búsitandi í hjartanum av Klaksvíkini saman við makanum Leon og børnum okkara, Silja(12), Birgir(9) og Mina(7).
Størsti partur av frítíðini fer saman við børnunum, og ganga tey til fleiri av fjølbroyttu frítíðartilboðunum í kommununi.
Í frítíðini spæli eg eisini kurvabólt; ein nýggj og skjótt vaksandi ítróttargrein í Føroyum.
Vinnuligu royndirnar eru nakrar tilsamans.
Úr fiskivinnuni í søluvinnuna, og so víðari sum marknaðarleiðari, rakstrarleiðari og nú HR- og HTU-leiðari.
Mær hevur altíð dámt væl at brett upp armar og tikið tøk, og førdi hetta meg á ungum árum inn á politiska vegin sum táverandi partur av nevndini fyri Huxa Fólkafloksungdómur.
Sum forkvinna í Vinnulívsráðnum, nevndarlimur í KBI og næstforkvinna fyri Føroya Sjómannadag síggi eg dagliga týdningin av góðum kørmum, nýhugsan og einum tøttum samstarvi millum kommunu og vinnulív.
Eg stilli upp, tí eg ynski eina kommunu, sum:
hugsar lokalt
hevur tætt samstarv við borgaran og vinnulívið
letur vinnuni bestu karmar at virka undir
framhaldandi mennir barna- og ungdómsøkið
framtíðartryggjar og uppraðfestir eldraøkið
leggur lunnar undir bestu ítróttarligu møguleikum
hevur trygga og skilagóða ferðslusamskipan
raðfestir bygdirnar í kommununi eins høgt sum Klaksvíkina
hevur skil á sínum fíggjarviðurskiftum
Eg ynski at arbeiða fyri eini kommunu, har dyrnar standa víðopnar - har borgarin og privata vinnan kenna seg hoyrd, sædd og vird.
Eg trúgvi, at loysnir finnast í samstarvi. Eri fyrst og fremst realist og ætli mær inn í býráðið at arbeiða við loysnum.
Kommunan skal gera sítt besta fyri at skapa góðar karmar – saman við, og fyri, borgarum og vinnulívi – soleiðis at vit tryggja framhaldandi vøkstur og menning í kommununi.