Uppstillað í Klaksvíkar kommunu
Hetta er fyrstu ferð, at Jóhanna stillar upp til býráðsval. Hon er tó ikki heilt óroynd, tí í 2022 stillaði hon upp til løgtingsvalið.
Jóhanna er útbúgvin heilsurøktari og er sjálvinnurekandi við yvir 20 ára starvsroyndum innan eldraøkið. Í løtuni arbeiðir hon bæði innan tað privata og tað kommunala. Hon brennur fyri teimum eldru og sær tey sum ein fong fyri samfelagið.
Eisini ynskir hon, at kommunan skal blíva betri til at virka fyri bygdinar, sum hoyra til Klaksvíkar kommunu. Umframt hetta veit hon, at ungdómurin er framtíðin og vil slóða fyri at skapa bestu karmar og virkismøguleikar til børn og ung, so tey kunnu hava tað stuttligt og trygt í Klaksvikar Kommunu.
Ongantíð áður hevur nakar við heilsufakligari bakgrund sitið í Klaksvíkar býráði. Hetta ætlar Jóhanna sær at broyta uppá.
Jóhanna sigur soleiðis:
“Tað, sum eygað ikki sær og oyrað ikki hoyrir, rørir ikki hjartað.” Hesi orðin renna mær í huga, tá eg hugsi um eldraøkið.
Tað, sum ikki sæst og hoyrist, fær jú onga raðfesting. Eg meini, at Klaksvíkar býráð ongantíð hevur havt ein býráðslim við heilsufakligum royndum, hóast eldraøkið og heilsutænasturnar hava stóran týdning fyri okkara samfelag. Sum starvsfólk innan almennu, kommunalu og nú privatu eldrarøktina, havi eg eitt serstakt innilit í tørvin hjá teimum eldru borgarunum og avvarðandi teirra.
Í mínum arbeiði sá eg manglar frá tí almenna og kommunala. Tað gjørdi, at eg valdi at gerast sjalvstøðuvinnirekandi innan økið.
Við mínum royndum og innliti vil eg arbeiða fyri, at eldraøkið verður raðfest, styrkt og fær ta politisku raðfesting, sum tað hevur uppiborðið. Sum fakfólk innan heilsuøkið, sær og skilir ein tær avbjóðingar, ið eru á økinum og hvørjar knappar ein kann skrúva uppá fyri at bøta um hetta økið.
Hesum kunnleika hevur Klaksvikar býráð brúk fyri. Vit mugu framtíðartryggja hetta økið við íbúðarbygging til tey eldru.
Nýhugsan og hugburðsbroyting skal til, so vit í felag skapa loysnir innan eldraøkið. Latið okkum í felag kunna gleðast um, at vit gerast eldri, heldur enn at stúra og liva við óttanum.
Sum borgari í Klaksvík havi eg onkuntíð undrast á, hví tær smáu bygdinar ikki vera so nógv umtalaðar. Hetta er eisin ein partur, sum eg vil kanna nærri og seta meg inni í. Eg haldi tað er sera umráðandi, at vit hoyra ynskini hjá teimum á bygd, og taka tey við upp á ráð og gera tað, sum vit kunna fyri, at tey trívast, og eitt nú lættari kunni seta búgv.
So ikki at gloyma tey ungu! Tað er sera umráðandi, at tey hava hava bestu karmar, ein kommuna kann bjóða teimum.
Tað skal vera well at búgva í Klaksvikar Kommunu!
“ so ert tú í iva….
hvar krossurin skal,
so vil Grúkaskarð verða
títt rættasta val!"