Demokratia búmerki
Lonnie Bengtsen
Sjálvstýri
Børn og ung
Rørslutarnað
Ferðsla

Eg eiti Lonnie Bengtsen, eri 43 ár og tilflytari. Sum einlig mamma, tá eg flutti norð til Klaksvíkar, var eg nógv bundin av býarbussinum. Longu tá í 2016 fann eg útav, at har manglaði nøkur ting at nøkta tørvin hjá einari familju.

Bussambandið – ein grundleggjandi tørvur
Um vit hyggja eftir tí í dag, 8 ár og tvey valskeið seinni, so er ikki nógv hent. Tað eru nógv børn, sum nýta bussin um morgunin. Um veturin er ikki tespiligt veður at standa úti og bíða eftir bussinum. Børnini eru ofta køld og vát (um tað regnar og er vindur). So mín spurningur er: HVAR ERU BUSSSTOPPSKÝLINI??? Tað eru 7 skýli í øllum býnum: Norðoyri, Millum Grashjalla, Sandurin, Oman Eið, við Á handilin, Fk, á Kósini. TAÐ ER IKKI GOTT NOKK.

Skýlir - Ein spurningur um trivnað og trygd
Tað eru nógv ferðandi, sum koma til Klaksvíkar. Tá tey koma til rundkoyringina í Borðoyavík, vita tey ikki, hvønn veg tey skulu koyra frá rundkoyringini. Tað burdi ikki verið so ringt at sett nøkur skelti upp 100-150 metrar áðrenn rundkoyringina, sum vísir, hvør vegur er til Centrum, tyrlupall, Sjúkrahús o.s.fr. Hesi somu fólkini nýta sín GPS, men tað er ikki altíð so álítandi. Hesi somu fólkini, sum koma her, leita sær ofta longur norð ella til Sam, standa eisini í stormi og regni (líka sum børnini á morgni) og bíða til Sam siglir. Sami spurningur: HVAR ER SKÝLIÐ?

Handikappvinarligt spælipláss
Fyri nøkrum fáum árum síðani vóru tey í Vági so mikið fornuftig at gera eitt spælipláss, har ein, sum situr í rullistóli, slapp at reiggja í rullistólinum... Her í Klaksvík er einki serligt handikappvinarligt spællipláss. Faktiskt er EINKI spælipláss norðanfyri Jørundsgøtu uttan tað, sum er í Blákolluni. Tað búgva NÒGV BØRN og barnafamiljur norðanfyri Jørundsgøtu, so hví ikki gera eitt spildurnýtt spælipláss við atgongd til tey, sum sita í koyristóli, og gera tað egna til tey eisini? Og gjarna tætt upp á eitt bussstoppstað, so man ikki skal ganga so langt.

Betri busssamband til út í Grøv
Eg eri ein, sum havi gingið nógv í Fjallafípuna og avheinta børn, hevði eitt barn har í 2019 og nú eitt í 2024. Nú í dag síggi eg, at busssambandið kundi verið væl betri til út í Grøv. Hevði tað bilað nakað, um bussurin steðgaði á í 5 minuttir hvør sínumegin at kirkjugarðinum, so at man kláraði at leypa niðan og oman á vegin aftur til bussin? Setið eitt bussskýlið hvør sínu megin, so ferðafólk kunnu taka bussin út at nýta viðarlundina og umhvørvið. Sum nú er, koyrir bussurin 1 ferð um tíman út á Norðoyri. Ein spildurnýggjur barnagarður er komin har. Men hvat nyttar tað, tá man ikki kann fara har oftari við børnum og avheinta tey, tá tað passar einum? 1 ferð um tíman er IKKI GOTT NOKK!!!

Barnaansing og flutningsmøguleikar
Av øllum hesum børnum í kommununi eru tað nógv, sum byrja í 1. flokki, har tey saman við 2. flokki skiftast um at ganga í Garðalisu og Snjallubjalllu. Sum nú er, eru bæði ov lítil at rúma øllum børnunum. Komandi ár, 2025, eru tað 100 børn, sum byrja í 1. flokki. Um tað ikki er pláss nú, so er uppaftur minni til komandi ár. So hví ikki lofta tí nú og betra um tað til framtíðar 1. flokkar. Víkað um frítíðarskúlan, finn ein størri býling, sum rúmar øllum, ella eitt triða boð kundi verið at bygt eitt nýtt og størri hús til tey. Okkara visión er at økja um fólkavøksturin og at øll skulu hava tað gott her í kommununi. Men vit mugu verja okkara børn og geva teimum teir rættu og góðu karmarnar beinaveg.

Frítíðarkort til øll
Sum flest øll, so vilja vit í Sjálvstýrinum eisini geva øllum familjum í kommununi eitt frítíðarkort. Men tað, sum nívir meg mest, er: TILMELDING OG BÌÐILISTAR.
Tilmeldingarnar eru bert 1 dag og innan eitt tíðarskeið á døgninum. Tað eru nógv foreldur, sum arbeiða langar dagar og ikki fáa stundir til at møta upp, tá tilmeldingin er. Ringir man sama kvøld ella dagin eftir, so kann man risikerað, at barnið kemur á bíðilista. HETTA ER OV GALIÐ. Hví ikki hava tilmelding á netinum og hava hana opna í 24 tímar, soleiðis at foreldur hava tíð til at melda børnini til? Og eitt annað er, at latið børnini royna ítróttin í minst 3 vikur, áðrenn tey gjalda limagjald. Ella fara allir pengarnir til spillis.

Saman kunnu vit skapa pláss fyri øllum
Hesi málini kunnu bera til, um vit arbeiða saman sum eitt. Vit mugu hava pláss fyri øllum, óansæð hvat tað er. EINGIN skal føla seg uttanfyri. Klára vit at gera hettar fyri tykkum, so ivist eg onga løtu í, at hettar fer at betra og nøkta tørvin hjá flest øllum.

Lonnie Bengtsen