Demokratia búmerki
Súsanna Lydersen
Javnaðarflokkurin
Mentan
Ítrótt

Eg eiti Súsanna Lydersen, eri 46 ár, búsitandi í Klaksvik og havi búð her so at siga alt mítt lív. Eri gift við Jónleif Lydersen, saman eiga vit 3 børn og 1 ommu-/abbabarn. Eg eri utbúgvin innan fíggjarliga ráðgeving og samskifti við 2. Parti í HD, arbeiði í Norðoya Sparikassa, og havi arbeitt har síðan 2002.

Ítróttur og mentan hevur altíð verið ein partur av mínum uppvøkstri, eg havi ongantíð hugsað um tað fyrr enn, tá eg sjálv fekk børn, og tey sjálvi fingu áhuga fyri antin ítrótti ella tónleiki og so framvegis.

Ítróttur og mentan eru tí eitt av mínum hjartamálum. Mær dámar sera væl at vera aktiv. Eg havi spælt nógv hondbólt, bæði sum yngri og eldri, og havi eisini verið forkvinna í Stjørnuni, og eri eg framvegis aktiv í Stjørnuni.

Treysti var ítróttarfelagið, sum fekk meg í gongd aftur at íðka ítrótt, eftir at sonurin var føddur. Og eri eg enn limur í Treysti og renni viðhvørt til ymisk tiltøk, sum eru kring landi, seinast var Føroya Vakrasta Hálvmarathon.

Eitt sum veruliga fær meg í gongd og gevur mær orku er Fullpower. 4 ár eru síðan eg ordiliga byrjaði at venja við Fullpower og seinastu 2 árini havi eg verið ein partur av venjaratoyminum har.

Sum tannáringur kom eg í Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Her sá eg hvussu týdningarmikið tað er at hava eitt stað, har ung kunnu vera saman um felagsáhugamál. Tá kann nógv stuttligt, spennandi og ikki minst gevandi koma burturúr.

Í Klaksvíkar Kvøldskúla havi eg eisini tikið onkur skeið, serliga innan brodering, men har eru møguleikarnir næstan endaleysir. Hetta ger Klaksvíkar kvøldskúla til eitt serliga gott tilboð, sum kommunan kann bjóða.

Øll hesi omanfyri nevndu frítíðarítriv, og onnur við bæði ítróttur, skótar, musikkur, og so framvegis, eru gullverd fyri okkara kommunu. Tey eru við til at skapa samanhald, trivnað og kropsliga-, mentala- og kreativamenning. Her møtast ung sum eldri til eitt felagsáhugamál, og tú kemur í samband við fólk úr nærum øllum Norðoyggjum, eisini møtir tú fólki úr øðrum oyggjum í Føroyum.

Alt hetta er bert ein partur av kommununi um karmarnar eru til staðar. Tí er týdningarmikið at Kommunan raðfestir hesir karmarnar hægri, og viðurkennir tey og samstarvar við tey sum við eldhuga gera sítt til at borgararnar í kommununi kunnu koma til hesi frítíðarítriv.

Ja, vit hava eitt ríkt mentanar- og ítrivslív her í Klaksvík.

 

Ítróttarmiðdepil

Tað er eitt av mínum hjartamálum at fáa savna so gott sum alla ítrótt í ein ítróttarmiðdepil. Eg veit at tað einaferð var gjørd ein tekning til hetta. Men so hendi ikki meir. Hetta má gerast liðugt.

Eitt av teim størstu ítróttarfeløgunum í kommununi hevur ikki síni egnu hølir, men má leiga seg inn ymsastaðni, við vælvild frá privatu vinnuni. Tað er als ikki gott nokk, Fimleikarfelagið má nú fáa eina fimleikarhøll at venja í og tað er upplagt at byggja hesa saman við Kí-høllini og badmintonhøllini, og dagføra hesar. Svimjihøllin við øllum sínum hentleikum má viðlíkahaldast og enn betur um hon eisini hevði kunna verið bygd saman við Badminton-, KÍ og fimleikar høllini, við einari café, sum allar hallirnar høvdu atgongd til. Eitt tað nýggjasta ítróttarfelagið í kommununi er Klaksvík Boksing. Tey hava húsast saman við einum øðrum venjingarfelagið inntil fyri kortum, men tað hølið er nú selt og tí er Klaksvík Boksing nú heimleyst. Tað eru onnur ítróttarfeløg, sum eru í somu støðu sum Klaksvík Boksing, eitt nú Judofelagið, sum mær vitandi heldur ikki hevur nakað fast hølið. Við einum ítróttarmiðdepili kann eitt samstarv millum feløgini gerast meira smidligt, og fleiri feløg kunnu heilt víst fáa gleði av hvør øðrum.

Kommunan skal eisini gera ítróttarmiðdepilin meira atkomuligan, har skal vera opið. Tað krevur so eisini at fólk eru til arbeiðis at taka sær av hesum.

 

Húsið

Húsið er tilhaldstað hjá børnum frá 3. flokki og upptil og við 10. flokk. Og her savnast børn og ung sum øll hava ymisk frítíðaráhugamál, men fáa vit savna tey sum hava felagsáhuga í frítíðarítrivum og kunnu kveikja teirra áhuga innan hetta, so er tað ein win-win støða.

Mín meting er tann at um Húsið var í samstarvið við tey frítíðarfeløg sum Klaksvíkar kommuna hevur, so hevði tað verið enn meira innihaldsríkt fyri børn og ung at hildið til í Húsinum, men tað krevur at tað er eitt tætt samstarv millum Húsið og frítíðarfeløg. Hetta kann stimbra mentanar- og ítróttarandan hjá børnum og ungum í Klaksvíkar Kommunu.

 

Frítíðarkort

Børn og ung sum savnast til felags áhugamál er eitt tað mest gevandi sum er, og tí skal kommunan eisini stuðla sínum borgarum í hesum. Men alt kostar, eisini frítíðarítriv og serliga eru tað barnafamiljur, sum bera henda prísin. Tí er eitt frítíðarkort eitt gott boð uppá hvussu

Klaksvíkar kommuna kann stuðla børnum og ungum í at luttaka í tí frítíðarítrivi, sum tey vilja. Hetta skal ikki síggjast sum eitt ítróttarkort, men eitt frítíðarkort. Frítíðarkortið hevði verið ein góður stuðul hjá øllum familjum. Hetta kortið er ikki bert verið til ítrótt, men eisini onnur mentanarlig frítíðar ítriv, so sum Føroyskan dans, Skótar, Musikkskúlin, Sjónleikarfelagið, Talv, Dart, ja, tað frítíðarítriv, sum børnini ella tey ungu vilja ganga til.

 

Súsanna Lydersen