Demokratia búmerki
Terja Ósá Sivertsen
Javnaðarflokkurin
Umhvørvið
Eldraøkið
Bústaðarmøguleikar
Mentan
Ítrótt
Dagstovnaøkið
Rørslutarnað
Ungdómsmál
Frítíðartilboð

Eg eiti Terja Ósá Sivertsen, eri 32 ára gomul og til dagliga starvist eg sum bókhaldari.

Eg havi virkin í nevndini hjá Norðoya Javnaðarfelag í nógv ár.

Eg stillaði upp fyri fyrstu ferð í 2016 og havi sitið sum varafólk síðani tá. Har er havi verið inni og roynt býraðsarbeiði. 

Eg ynski at gera mun, og at Klaksvíkar Kommuna skal vera ein rúmlig kommuna.

 

Míni Hjartamál:

·       Betri, bíligari og fjølbroyttar bústaðarmøguleikar

·       Hægri barnafrádrátt

·       Betra um eldraøkið, har brúkarin verður settur í fremstu røð og starvsfólki hava tíð til nærveru

·       Atkomuligheit fyri allar borgarar

·       Betra um umstøðurnar hjá ítróttar- og áhugafeløgum, bæði stór og smá

·       Frítíðarkort til børn og ung undir 18 ár

·       Betra um sømdir hjá námsfrøðingum og barnagarðum

·       Eitt reint og grønt umhvørvið

·       Eitt gott frítíðar- og mentanarlív

·       Ein rødd til tey ungu

Terja Ósá Sivertsen
Starv
Bókhaldari